Fótbóltur

KÍ meira enn annað beinið í steypafinaluni

Spæl uppá eitt mál í sólini í Klaksvík. AB stríddist, men sum væntað var KÍ greitt omaná og vann 4-0. Patrik Johannesen skoraði hattrikk, og Árni Frederiksberg hevði hattrikk í uppleggum.

Patrik Johannesen eftir mál hansara í áttandapartsfinaluni móti HB. Tvøramaðurin hevur nú skorað 13 mál í 13 kappingardystum, síðani hann kom aftur til føroyskan fóbólt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Patrik Johannesen eftir mál hansara í áttandapartsfinaluni móti HB. Tvøramaðurin hevur nú skorað 13 mál í 13 kappingardystum, síðani hann kom aftur til føroyskan fóbólt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-20 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. deildarliðið av Argjum hevur staðið seg ógvuliga væl í steypakappingini við at sláa fyrst FC Suðuroy og síðani EB/Streym út.

KÍ er triðja Betrideildarliðið í røðini hjá AB, men tað var helst øllum greitt, at hetta fór at gerast ein ov stórur biti - serliga tí at tað er yvir tvær hálvfinalur.

Eftir fyrru hálvfinaluna í Klaksvík er 4-0. Heimaliðið setti seg á dystin beinanvegin, og skjótt var bert ein spurningur um tíð, áðrenn KÍ fór at skora.

Mál komu í bæði 24. minutti og 25. minutti. Í báðum førum var Patrik Johannesen ísakaldur, eftir at Árni Frederiksberg væl hevði spælt áleyparan frían: Fyrst við einum bólti í dýbdina, og minuttin seinni við beinraknum frísparksinnleggi.

Beint eftir steðgin fekk Árni sítt "uppleggshattrik", tá hann snilt hælaði bóltin víðari til vælupplagda Jóannes Kalsø Danielsen. Í 65. minutti fekk Patrik sítt hatrikk og sítt 13. mál í 13 kappingardystum í ár

Seinni skifti Magnus Powell Patrik og Árna út, Odmar Færø spældi bert síðstu løtuna, og Jákup Biskopstø Andreasen, Páll Klettskarð og René Shaki Joensen høvdu heilt frí í kvøld. 

KÍ skal staðfesta finaluplássið á Argjum 17. juni. AB'arnir stríddust og arbeiddu í Klaksvík í kvøld og hildu muninum á máltalvuni nakað niðri, og skulu royna at taka tí seinnu hálvfinaluna sum enn eina spenanndi avbjóðing. Annars snýr tað seg um uppflyting hjá teimum.

Í annaðkvøld, mikudagin, spæla B68 og Víkingur fyrru hálvfinaluna sínamillum

Kappingin um Løgmanssteypið, fyrru hálvfinalurnar
Í dag, týsdagin 20. mai
KÍ - AB 4-0 (2-0)
24' Patrik Johannesen (Árni Frederiksberg) 1-0
25' Patrik Johannesen (Árni Frederiksberg) 2-0
48' Jóannes Kalsø Danielsen (Árni Frederiksberg) 3-0
65' Patrik Johannesen 4-0

Sí meira um dystin her

Í morgin, mikudagin 21. mai
18.30: B68 – Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder