Fótbóltur

KÍ nærkaðist FM á norðoyastevnu

Enn einaferð avgjørdi KÍ seint í oddadyst móti NSÍ, sum annars hevði vent 2-0 til 2-2 í lívliga dystinum. Nú skilja sjey stig tey bæði fremstu liðini.

Patrik Johannesen fekk hol á í lívliga oddadystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Patrik Johannesen fekk hol á í lívliga oddadystinum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-31 21:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ punkteraði ikki FM-stríðið í kvøld. Til tað eru alt ov nógvir dystir eftir, og evropeiskir dystir og annað kunnu verða nýggir faktorarar seinni í ár. Men tað er ikki ov nógv at siga, at nógv av luftuni er farin úr tí: KÍ hevurvunnið tvær ferðir á tættasta kappingarneytanum seinastu 22 dagarnar, og sjey stig skilja liðini - liðið hjá Magnus Powell hevur ikki tapt í teimum 12 umførunum higartil.

Heimaliðið vísti kynismu og skoraði eftir sína góðu byrjan: NSÍ fekk ikki ruddað eitt frísparksinnlegg, bólturin stakk til Páll Klettskarð, sum staddur til høgru í brotsteignum fann Patrik Johannesen: Renningin hjá tvøramanninum var perfekt, og hansara flotta kappingarár heldur fram.

NSÍ hevði síðani bóltin væl meira restina av hálvleikinum, men KÍ hevði leingi heilt gott tamarhald á. Fimm minuttir fyri steðgin breyt KÍ ígjøgnum í høgru, Jóannes Kalsø Danielsen legði hart og væl innfyri málið, og har hevði Páll funnið pláss. Málrevurin setti fótin á, og so var 2-0.

Fagnaðurin á heimaáskoðarunum helt tó ikki leingi. NSÍ hevði hótt eitt sindur í løtuni upp til steðgin og áðrenn 2-0 málið. Fyrst var tað Hassou Diaby Ndiaye, sum stútaði, og fimm minuttir seinni smekkaði Jasper van der Heyden til - í tí løtuni vildi NSÍ hava brotspark tvær ferðir, tá Petur Knudsen fór umkoll eftir nærdyst við René Shaki Joensen. Nærum beint eftir málið hjá KÍ bragdaði: Petur Knudsen breyt ígjøgnum í vinstru, KÍ bjargaði á strikuni, men so smekkaði Aron Knudsen bóltin í netið.

Tað var eisini lívligt frá byrjan í 2. hálvleiki. Bæði liðini søktu at, og NSÍ hevði áræði. Tá ein tími var spældur, endaði bólturin hjá Klæminti Olsen í KÍ-brotsteignum, og metmálskjúttin var eirindaleysur.

[object Object]

[object Object]
NSÍ-fagnaður við Djúpumýru (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ kundi sum so brúka eitt stig, men heimaliðið vildi hava sigurin og tók eisini yvir. Millum annað Páll Andrasson Klettskarð var nær við - og í 83. minutti bragdaði.

Árni Frederiksberg hevði verið íblandaður í teimum fyrstu málunum hjá KÍ, og tá Dávid Biskopstø Andreasen vann eitt fríspark í "perfaktari Árna-støðu", smekkaði 7'arin inn í høgru. Sum so ofta í NSÍ-tíðini rakti Árni høvdið á Klæminti, sum royndi at rudda men hann fekk ikki stýrt knallharða innlegginum. 3-2 og KÍ helt fast til yvir 100 minuttir vóru farnir.

[object Object]
Árni Frederiksberg gjørdist avgerandi móti sínum barndómsfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Stórur fagnaður á KÍ-fjøldini - tað vóru ógvuliga nógv fólk til oddadystin (Myndir: Sverri Egholm)

Betrideildin 12. umfar
Leygardagin 31. mai

KÍ - NSÍ 3-2 (2-1)
8' Patrik Johannesen (Páll Klettskarð) 1-0
41' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-0
42' Aron Knudsen 2-1
60' Klæmint Andrasson Olsen 2-2
83' Sjálvmál (Árni Frederiksberg) 3-2

Sí meira um dystin her

Støðan:

[object Object]

Hinir dystirnir: 

FC Suðuroy - B36 2-3 (2-0)
11' Olaf Godtfred 1-0
26' Salmundur Bech 2-0
75' Pætur Petersen 2-1
80' Mattias Weihe Joensen 2-2
90' Marius Kryger Lindh 2-3

Sí meira um dystin her

EB/Streymur - 07 Vestur 1-0 (0-0)
85' Kristian Svabo Eliasen 1-0

Sí meira um dystin her

B68 - TB 4-1 (1-1)
32' Jóhan Josephsen 1-0
37' Samudeen Musah 1-1
64' Djóni Samuelsen 2-1
70' Martin Klein 3-1
90' Jákup Norðoy Vilhelmsen 4-1

Sí meira um dystin her

Les eisini: Sama støða í botninum

Hósdagin 29. mai
HB - Víkingur 2-1 (1-0)
44' Jonas Enkerud 1-0 
60' Jonas Enkerud 2-0
71' Jákup Johansen 2-1 

Sí myndir frá dystinum HER

Sí eisini: HB-tokið koyrir víðari


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder