Eingin av teimum fýra fjórðingsfinalunum gjørdist veruliga spennandi. Í kvøld settu NSÍ og 07 Vestur punktum fyri umfarið í Sørvági.
Har vann NSÍ greitt. Teir í gulum spældi væl, norski áleyparin Tobias Hestad gjørdi hattrikk, og Klæmint Andrasson Olsen kom inn og setti punktum við 4-0 máli.
Fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, hósdagin 30. apríl
07 Vestur - NSÍ 0-4 (0-2)
Sí meira um dystin her
Í gjár, mikudagin 29. apríl
HB - B36 3-1 (2-0)
Sí meira um dystin her
Les eisini: Sonn HB-uppreisn í steypakappingini
B68 - KÍ 0-3 (0-2
Sí meira um dystin her
Víkingur - FC Hoyvík 5-0 (1-0)
Sí meira um dystin her
Eftir dystin á Dungasandi var hálvfinalulutakast, sum Televarpið og FSF stóðu fyri. Sørvingurin og ungdómslandsliðsvenjarin Sigtór Petersen dróg úr bollanum, og tað kundi bara verða spennandi.
Tað verður tað eisini, tá teir tríggir steypavinnararnir seinastu fýra árini - HB tvær ferðir - umframt NSÍ skulu spæla hálvfinalu. NSÍ skal fyrst til Klaksvíkar, meðan HB og Víkingur bresta saman í Gundadanli mitt í mai.
Hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið:
KÍ - NSÍ
HB - Víkingur
(Fremsta liðið hevur heimavøll fyrst)
Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 13. ella 14. mai, meðan seinnu hálvfinalurnar verða spældar 24. ella 25. juni.
Finalan um Løgmanssteypið er á skránni 5. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald