Fótbóltur

KÍ og EB/Streymur fyri aðru ferð uppá fýra dagar

FM1 sigur frá á Eiði klokkan 18.30, tá KÍ kann taka eitt stórt fet móti FM: Vinnur liðið hjá Magnusi Powell útsetta dystin, so kann føroyameistaraheitið longu koma í hús sunnudagin.

KÍ'arnir hava ikki tapt í Føroyum í ár. Vinna teir í kvøld, eru níggju stig niður til NSÍ áðrenn fjórðseinasta umfar (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ'arnir hava ikki tapt í Føroyum í ár. Vinna teir í kvøld, eru níggju stig niður til NSÍ áðrenn fjórðseinasta umfar (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-24 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin vann KÍ 6-2 á EB/Streymi í Klaksvík takkað verið millum annað hattrikki hjá Páll Klettskarð - í kvøld hittast liðini aftur á Eiði.

Dysturin skuldi upprunaliga spælast 4. august. Hann varð útsettur, tí KÍ kom víðari til 3. umfar í Conference League, og skuldi spæla hósdag og aftur týsdag í tí kappingini.

Havið hevur oddaliðið havt ein dyst færri enn kappingarneytarnar í nærum tveir mánaðir. Man hevur á ein hátt roknað tað sum trý stig til KÍ, tí hóast EB/Streymur ofta seinastu árini hevur bjóðað KÍ væl av, so vinna teir kongabláu hvørjaferð á EB/Streymi.

Munuin á fyritreytunum sást sunnudagin, og um liðið hjá Magnusi Powell fer av Eiði í kvøld við trimum stigum afturat, so verða níggju stig niður til NSÍ, umframt at minst átta mál vera á muni í málúrttøku.

Fjórðseinasta umfar verður sunnudagin, og harvið kann KÍ longu staðfesta føroyameistaraheitið tá - hetta um NSÍ ikki fær fult í Sørvági, og KÍ vinnur á Toftum.

FM1 sigur frá dystinum í kvøld. Hann byrjar klokkan 18.30, og tá er Pætur Nolsøe til reiðar á Eiði. Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

Betrideildin - útsettur dystur frá 17. umfar
Mikudagun 24. september 
18.30: EB/Streymur - KÍ 

Støðan:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder