
KÍ og NSÍ spæla í dag seinnu dystirnar í 1. umfari í Conference League, og bæði liðini hava sera gott útgangsstøði við sær frá fyrru dystunum, sum vóru spældir í seinastu viku.
KÍ gjørdi ikki mætari enn at vinna 2-1 móti SJK Seinäjoki á útivølli í Finnlandi. KÍ var sum heild betri enn finska liðið, sum hevur føroyska Samuel Chukwudi á liðnum.
Sí eisini: Samuel Chukwudi: - Finnar eru ovfarnir av hvussu væl føroyingar standa seg
Eisini NSÍ vann sær óvæntað sera gott útgangstøði við at vinna heili 4-0 móti finska HJK Helsinki á heimavølli.
HJK og NSÍ spæla seinna dystin klokkan 17.00 seinnapartin. Tað ber til at keypa sær atgongd at síggja dystin her.
KÍ og SJK Seinäjoki spæla við Djúpumýrar í Klaksvík klokkan 19.45. FM1 sigur frá dystinum í Klaksvík, og dysturin verður stroymdur á KÍ-varpinum.
Kemur KÍ víðari, er serbiska liðið FK Radnički á skránni í 2. umfari. NSÍ skal spæla móti bulgarska PFC Arda Kardzhal, um runavíkingar koma víðari. Teir dystirnir verða í útgangsstøðinum spældir 24.- og 31. juli.
--
Rúni á Reynatrøð sigur frá dystinum í Klaksvík. Byrjað verður á FM1 klokkan 19.40. Jan Andreasen verður viðmerkjari. Portalurin verður eisini á staðnum við tilfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald