Fyri aðru ferð uppá fýra ár og fyri triðju ferð uppá tíggju ár hittast tey í ársins seinasta kappingardysti í føroyskum fótbólti.
Síðani stovnanina í 2008 hevur Víkingur, umframt at hava vunnið trý FM og spælt seg víðari í Evropa rímiliga javnan, verið eitt satt steypalið: Seks steypagull - harímillum fýra á rað (2012-2015) - og nú fyri tíggjundu ferð í einari finalu.
KÍ hevur eisini vunnið seks steypagull. Nógv vinnandi felagið er ikki kent sum eitt "steypalið" - hóast KÍ vann tríggjar finalur í 1990'unum og eisini var í onkrum øðrum. Sum bolt.fo vísir á, so hevur GÍ/Víkingur størri steypasiðvenju. Tað skal tó havast við, at frá tí steypakappingin byrjaði í 1955 og fram til 1970, var KÍ bert við helmingin av árunum. Og tá vunnu norðoyingar eina rúgvu av FM-heitum.
2016: KÍ - Víkingur 1-1 (6-5 eftir brotsspørk)
KÍ breyt sín nærum 17-ára steypaturk við einari minniligari finalu á Tórsvølli. Sjálvdan man huglagið hava verið so gott til ein dyst millum tvey føroysk feløg - í øllum førum í nýggjari tíð. Á einum fullsettum og kókandi Tórsvølli var tað meira inntensiteturin, umframt fjeppararnir, sum settu dám á enn góða fótbóltsspælið.
Víkingur hevði munin í stórum málmøguleikum, men í brotssparkskappingini vóru teir kongabláu meira kaldur. KÍ skoraði øll síni fimm brotsspark móti núverandi málverjuvenjara felagsins, Geza Turi, har millum annað ein tá 18-ára gamal Jákup Biskopstø Andreasen skoraði trygt. Eitt skot hjá Víkingi fór uppum málið, og gøtumaðurin Súni Olsen kundi skjóta Løgmanssteypið norð til Klaksvíkar. Harvið breyt hann samstundis sigursrøðina hjá Víkingi í kappingini.
Her sæst ein fjepparasamandráttur, sum Kringvarpið gjørdi frá degnum:
2022: Víkingur - KÍ 1-0
Víkingur syrgdi fyri, at KÍ ikki vann greipuna í 2016. Hetta við einum frálíkum endaspurti í FM-stríðnum, og vunnu teir í Eysturkommunu tá fyrsta FM-heitið í søgu felagsins.
Á ein hátt endurtók søgan seg seks ár seinni - bara umvent. KÍ vann FM við metnógvum stigum og eins og í ár, ósigrað. Men í steypafinaluni vóru víkingarnir omaná. Víkingur hevði verið nær við í innanhýsis dystunum í Betrideildini, og hevði, eins og í 2016 ta fleiri møguleikar í finaluni.
Hesaferð var tann yvirvágin størri, og tað var Sølvi Vatnhamar, sum avgjørdi finaluna við tryggum brotssparki seint í dystinum. Talan var um eitt stálsett Víkinga-lið við góðari blanding av yngri og royndum spælarum.
![]()
Sølvi Vatnhamar skoraði avgerandi málið við tryggum brotssparki seint í dystinum
![]()
Fagnaðurin á Vìkinga-viðhaldsfólki, venjaratoymi og spælarum var sjálvandi ovurhonds stórur, eftir at tað eydnaðist at koppa KÍ og vinna Løgmanssteypið fyri fyrstu ferð síðani 2015 (Myndir: Sverri Egholm)
Víkinga-video frá finaluni í 2022 (Video: Egin Videography)
Sí eisini: Stórur áhugi fyri steypafinaluni
So verður spenanndi at síggja, hvussu leikur fer hesaferð. KÍ fer inn til finaluna sum favorittur - størri favorittur enn í 2022 - og skal koppa liðnum hjá Jóhan Peturi Poulsen fyri at vinna fyrstu greipuna á manssíðuni síðani 1999.
Víkingur fer eftir sjeynda steypinum og betri evropeiskum fyritreytum næsta ár. Í 2022 spælir Atli Gregersen ikki vegna leikbann: Fríggjadagin spælir Víkinga-liðformaðurin sín seinasta fótbóltsdyst á hægsta stigi í Føroyum.
![]()
Atli Gregersen við Løgmanssteypinum fyri trimum árum síðani (Mynd: Sverri Egholm)
Finalan um Løgmanssteypið byrjar klokkan 19 fríggjakvøldið 31. oktober. FM1 sigur frá dystinum við upptakt frá klokkan 18.
Sí eisini: Jákup Øssurson Mohr skal døma sína fyrstu løgmansfinalu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald