
Tað kundi verið spenningur í Sarpugerði, men við einum máli í hvørjum hálvleiki, lat Víkingur ongan iva verða um, hvat lið skuldi í finaluna.
B68 royndi, men mál frá Olafi Bárðarson og Poul Kallsberg fingu tað upp á 4-0 samanlagt.
Tað endaði 4-0 í fyrra dystinum millum AB og KÍ. AB avrikaði væl á degnum í seinnu hálvfinaluni á Argjum og svaraði aftur, eftir at KÍ tíðliga kom á odda.
Dysturin varð tó avgjørdur í 73. minutti: Sum so ofta fyrr hjá KÍ stóðu Páll Klettskarð og Patrik Johannesen fyri málunum.
Harvið spæla KÍ og Víkingur fríggjakvøldið steypafinalu 31. oktober. Umframt sjálvt steypið og heiðurin, so kann hesin dysturin verða avgerandi fyri, hvør fær seinasta evropeiska plássið. Um gongdin heldur fram sum nú er í landskappingini, so kann KÍ vinna greipuna hetta kvøldið.
Feløgini úr norðurøkinum spældu eisini steypafinalu í 2022. Tá fór Víkingur avstað við tí. Í fyrstu steyfinaluni millum feløgini, í 2016, var tað KÍ, sum sigraði.
Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í kvøld, týsdagin 17. juni
AB - KÍ 1-2 (1-1) - 1-6 samanlagt
Víkingur - B68 2-0 (1-0) - 4-0 samanlagt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald