Sum vit skrivaðu í gjár, so er Radnicki 1923 og serbiskur fótbóltur sum heild í sorg. Ein skelkur rakti undir landskappingardysti mánakvøldið, tá Mladen Zizovic small.
Á veg á sjúkrahús gjørdist greitt, at lívið hjá venjaranum, sum bert varð 44-ára gamal, ikki stóð at bjarga. Dysturin varð tá avblástur.
Hendan syrgiliga søgan hevur verið nógv frammi í vikuni. Tað hevur eisini fingið fótbóltsfelagið í Klaksvík at senda krans og sína samkenslu til Serbia.
Mladen Zizovic hevði bert verið venjari í felagnum í tíggju dagar. Men hetta var felag, sum vitjaði í Føroyum í summar. KÍ og Radnicki 1923 spældi tveir tættar dystir í 2. umfari í Conference League í juli. Har endaði KÍ við at verða omaná eftir 1-0 sigur í Klaksvík.
![]()
KÍ - Radnicki endaði 1-0. Tá fór táverandi venjari felagsins frá (Mynd: Sverri Egholm)
Mladen Zizovic var annars venjari hjá Borac Banja Luka, tá bosniska felagið sendi júst KÍ út í 3. umfari í Europa League í 2024. Zizovic var úr Bosnia - hann var eisini venjari hjá Jóan Símuni Edmundsson fyrstu tveir mánaðirnar, sum toftamaðurin var í norðurmakedónsa Shkupi.
KÍ skrivar soleiðis á Facebook-síðu sínari:
Venjarin á serbiska liðnum Radniki, sum KÍ spældi ímóti í summar, er deyður, bert 44 ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald