2025-12-30 00:09
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur sett Kaveh Magnusson í starv sum nýggjan høvuðsvenjara hjá besta liðnum hjá KÍ kvinnum.
Hesum boðar KÍ frá í dag.
Kaveh Magnusson er UEFA A licenseraður venjari við meira enn 25 ára royndum. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari og hevur arbeitt við mans-, kvinnu- og ungdómsfótbólti, sigur felagið.
- Við setanini av Kaveh Magnusson fær KÍ ein royndan høvuðsvenjara við sterkum fakligum førleikum, greiðum leiðslustíli og við stórum denti á menning, strukturi og professionalismu, sigur KÍ.
KÍ gjørdist Føroyameistari í fjør við 59 stigum, trý stig frammanfyri NSÍ á øðrum plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald