
KÍ prógvaði aftur í gjárkvøldið, at liðið er væl "gear'a" og skikkað til evropeiskar dystir. Hetta var triðja árið á rað, at KÍ kom víðari í 1. umfari í evropeiskari kapping.
Tað er ikki rætt at siga, at KÍ ikki fekk seg roynt í 1. umfari, men SJK setti ongantíð oddaliðið í Betrideildini undir stórt trýst í Klaksvík. Fyri uttan fyrstu 25-30 minuttirnar í 2. hálvleiki í fyrra dystinum í Finnlandi sá liðið hjá Magnusi Powell út til at hava fult tamarhald á støðuni í uppgerðini, og tað endaði 4-1 samanlagt.
Sí eisini: KÍ og Árni gjørdu tað aftur
Sí samrøður úr Klaksvík:
Magnus Powell: Fyrst og fremst errin - vit loystu bara uppgávuna betri enn teir
Páll Klettskarð: - At skora í Evropa er ótruliga stuttligt
Við sigrinum á SJK Seinajoki er greitt, at KÍ í teimum næstu báðum vikunum skulu spæla móti serbiska FK Radnicki 1923.
UEFA Conference League, 2. umfamumfar
Hósdagin 24. juli: FK Radnicki 1923 - KÍ (Fyrri dysturin)
Hósdagin 31. juli: KÍ - FK Radnicki 1923 (Seinni dysturin)
Jákup Biskopstø Andreasen saman við soninum eftir sigrin í gjár. KÍ-liðformaðurin skoraði í fyrra dystinum - í Finnlandi - og legði upp í heimadystinum. Í næstu viku skulu Jákup og teir aftur á flog (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir úr Klaksvík her
Til ber at síggja hæddarpunkt frá KÍ-sigrinum í gjár beint niðanfyri ella her
Undan dystinum í Serbia hóskvøldið fara vit at hyggja eitt sindur eftir næstu mótstøðuni hjá KÍ.
Stutt kann staðfestast, at serbiska deildin er á væl hægri stigi enn tann føroyska - eisini á hægri stigi enn til dømis tnan finska.
Radnicki endaði á 5. plássi í deildini. Har er Reyða Stjørna væl sterkari enn hini.
Liðið hevur væl færri royndir enn KÍ í evropeisku kappingunum. Radnicki hevur havt eina uppgerð higartil. Hetta var í Conference League í fjør, har Mornar Bar úr Montenegro vann samanlagt móti komandi mótstøðiliðnum hjá KÍ. Hetta var eftir longda leiktíð í seinna dystinum.
Spenanndi verður hvussu styrkismunurin verður á hesum báðum liðunum teir báðar næstu hósdagarnar.
Fagnaður á KÍ'arunum eftir 2-0 sigurin og víðari luttøkuna í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Samuel Chukwudi: - KÍ er bara meira kyniskt og kann avgjørt koma langt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald