Fyrr í summar gav UEFA KÍ undantaksloyvi at brúka Djúpumýru til heimavøll í samband við allar dystir fram til deildarspælið í Evropa League og Conference League.
Annars hevur vøllurin í Klaksvík verið góðkendur til 1. og 2. undanumfar í evropeisku kappingunum og ikki meira enn tað.
Men hóast KÍ nú skal spæla ein heimadyst í 3. undanumfari í Europa League, so er neyðugt at spæla móti Lech Poznan á Tórsvølli hósdagin.
Hetta tí at útiáskoðarnir, sum væntandi vera nakað yvir 50 í tali, verða mettir sum so mikið stórur trygdarvandi, at dysturin skal flytast á Tórsvøll.
Les eisini: Fútin blandar seg uppí evropeiskan fótbólt: KÍ noyðist á Tórsvøll av trygddarávum
Skipanin er so, at um eitt meistaralið, sum hevur spælt seg víðari einaferð í Champions League, fer út úr Europa League, fellur liðið "víðari niður í Conference League.
Tað vil siga, at um so er, at KÍ fer út móti Lech Poznan bíðar ein eykamøguleiki: Ein seinasti møguleiki í ár at spæla seg í eitt bólkaspæl.
Líkamikið hvat útfallið verður á Tórsvølli hóskvøldið, so er greitt, at KÍ skal spæla á heimavølli fyrst í røkkstøkk-umfarinum: 4. og seinasta undanumfari áðrenn deildarspæl
Um tað verður í Europa League, verður mótsstøðuliðið mest sannlíkt Thun úr Sveis (á odda 3-0 eftir fyrra dystin móti Víkingi Reykjavík)
Um tað verður í Conference League verður tað móti vinnaranum av Gyor (Ungarn) - Riga FC. Lettiska liðið hevur 1-0 leiðslu eftir heimadystin.
KÍ stendur at spæla í Klaksvík 20. august í fyrra dystinum í einum røkkstøkkumfari.
Lech Poznan er á odda 1-0 eftir fyrra dystin í 3. umfari í Europa League. Liðini spæla seinna dystin á Tórsvølli hóskvøldið 13. august klokkan 18.30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald