
1.200 gjaldandi áskoðarar, nógvur larmur og stórur spenningur. Tað varð ein sannur oddadystur í regninum við Løkin, har inntensiteturin var høgur.
Jonn Johannessen legði KÍ á odda við góðum máli í 1. hálvleiki, men Aron Knudsen svaraði skjótt aftur. NSÍ hevði takið, og Klæmint Andrasson Olsen burdi skorað til 2-1 tíðliga í seinna hálvleiki, men Mark Fabricius Jensen stórbjargaði.
1-1 málið og NSÍ sá út til at hava yvirtakið - málverjin hjá KÍ vann tó næsta stóra nærdystin (Mynd: Jens Kr. Vang)
Ístaðin avgjørdi KÍ, sum fekk betri tamarhald á, sum seinni hálvleikur leið. Tá átta minuttir vóru eftir, var talan gott spæl í høgru, eitt perfekt innlegg frá Patriki Johannesen, og René Shaki Joensen var á rætta staðnum. 1-2 og KÍ hevur fult stigatal - og yvirvág í oddinum nú trý stig skilja liðini.
Stórur fagnaður á teimum mongu útiáskoðarunum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tríggjar ferðir 1-0
Allir hinir dystirnir í kvøld endaðu 1-0.
Í Sarpugerði skoraði Sammy Skytte einasta málið - eitt heldur tilvildarligt mál - og André Olsen og hansara menn sigraðu í einum taktiskum dysti.
Símun Sólheim skoraði einsamalla málið í B36-sigrinum á FC Suðuroy, og í Sørvági avgjørdi EB/Streymur við brotsspaki í yvirtíðini. Tað valdi Sonni Ragnar Nattestad av onkrari orsøk at gera - 07 hevði annars fleiri møguleikar í dystinum, men EB/Streymur er nú aftur á 5. plássi.
Í morgin klokkan 15.30 spæla TB og B68.
Víkingur - HB 0-1 (0-0)
59' Sammy Skytte 0-1
07 Vestur - EB/Streymur 0-1 (0-0)
90+1' Óli Eyðsteinsson Poulsen (br.)
B36 - FC Suðuroy 1-0 (0-0)
62' Símun Sólheim 1-0
NSÍ - KÍ 1-2 (1-1)
28' Jonn Johannesen 0-1
33' Aron Knudsen 1-1
82' René Shaki Joensen 1-2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald