Fótbóltur

KÍ tryggjar sær Gaston Tellechea til og við 2027

Áhugi hevur verið vístur fyri sterka argentinska verjuspælaranum, staðfestr KÍ, í sambandi við at nýggjur sáttmáli er gjørdur millum partarnar.

Gaston Nicolas Tellechea eftir sigurin á Radnicki í 2. umfari í Conference League. Júst evropeisku dystirnir vóru ein stór uppliving, staðfestir argentinin - hóast KÍ fór út á dramatiskan og óneyðugan hátt í 3. umfari (Mynd: Sverri Egholm)

Gaston Nicolas Tellechea eftir sigurin á Radnicki í 2. umfari í Conference League. Júst evropeisku dystirnir vóru ein stór uppliving, staðfestir argentinin - hóast KÍ fór út á dramatiskan og óneyðugan hátt í 3. umfari (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-12 16:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tá ið eg kom til Føroyar var eg bæði bilsin og bergtikin. Tá ið flúgvarin lendi var kavi og so at síggja øll fjøllini og havið. Tað var ótrúliga vakurt og gjørdi serstakt árin á meg, greiður Gaston Nicolas Tellechea ki.fo frá.

Fyrst í januar lendu tríggjar argentinar á fyrsta sinni í Føroyum. KÍ hevði satsað nakað við at gera sáttmála við tríggjar spælarar úr fótbóltsglaða suðuramerikanska landinum. Talan var um tríggjar spælarar, sum royndi danski venjarin Ove Christensen hevði sæð nakað til og eisini tosað við.

KÍ fekk viðmælt spælararnar, og tað er tann elsti, sum veruliga hevur sligið til, meðan hinir báðir ávikavist eru eyka/rotatiónsspælari (Martin Rodrigo Gonzalez) og leigaðr út til 07 Vestur (Tobias Fabian Guisti)

Tíðliga í landskappingini sást, at Gaston Nicolas Telechea fór at vera KÍ ein sannur fongur. Sterki, skjóti, ágangandi og tryggi miðverjin hevur verið millum allarbestu verjuspælararnar í Føroyum í ár - og helst ein av bestu útlendingunum, sum er komin til Føroya seinnu árini.

25-ára gamli argentinin, sum nú roynir at læra seg betri enskt, stórtrívist eisini í Klaksvík.

- Eg eri ómetaliga glaður fyri at vera her. Tað hevur verið eitt stórt upplivilsi at spælt við KÍ, og ikki minst at fáa týdningarmiklu royndirnar úti í Evropa. Konan og eg eru ómetaliga glað fyri at vera her, og tað hevur alt verið eitt stórt upplivilsi fyri meg og okkum, sigur hann við heimasíðuna hjá KÍ.

[object Object]
Gaston Tellechea vísir styrki í í dysti móti FC Suðuroy á Vágseiðnum (Mynd: Bjartur Vest)

Nýggjan sáttmála - vilja løna og tryggja

Venjarin hjá KÍ er eisini ovurfegin um at hava Gaston Tellechea í hópinum. Tað staðfestir Magnus Powell fyri ki.fo - hetta í sambandi við at KÍ hevur longt sáttmálin við argentinan. Og verjuspælarin kann geast uppaftur betri:

-  Er eri eisini sannførdur um, at vit bert hava sæð ein lítlan part av hvat hann kann blíva tað til.

Hetta verður møguliga at síggja í 2026 og 2027 - helst bæði árini í KÍ. Sáttmálin millum partarnar er nú longdir, so hann ikki bert fevnir um restina av hesum árinum men eisini 2027.

Tað er tó ikki óvæntað ein ávísur áhugi fyri Gaston Tellechea uttanlands, eftir nakrar góðar evropeiskar dystir og millum annað eisini eitt mál har í summar.

- - Tað er stórur áhugi í hansara dygdum og fleiri hava sæð hansara eginleikar, men einki konkret (...) Hann hevur uppiborðið ein betri sáttmála, tí hann hevur leverað á vøllinum og til venjing, og tað vilja vit viðurkenna hann fyri, staðfestir Magnus Powell.

KÍ fer skjótt at staðfesta FM-heitið og skal síðst í oktober spæla steypafinalu móti Víkingi. Liðið hevur yvir tjúgu sáttmálar uppá pláss til 2026, sambært Norðlýsinum, og Magnus Powell hevur eisini sáttmála.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder