Tað sást, at hetta var síðsti dagur í februar og ikki til dømis ein várdagur, har arvfíggindarnir spældu við fullum útblástri - og við nøkrum veruligum uppá spæl.
Hjá KÍ var spælið á einari góðari leið til tíðir, meðan HB so at siga ikki skapti ein veruligan málmøguleika. Liðið gjørdi fleiri grundleggjandi við bóltinum í uppspælinum, og at liðið hjá André Olsen millum annað vantar nakar álopskendar spælarar, var týðiligt. Tveir slíkir eru eisini á veg inn í hópin.
Sí eisini: Nýggi áleyparin hjá HB hevur seinast spælt í Skotland
Besta løtan hjá greipuvinnarunum var fyrsta løtan eftir steðgin: Liðið hjá Magnusi Powell legði høgt trýst, hótti HB og skoraði eisini einsamalla málið í dystinum.
Tað kom eftir gott hornaspark frá Árna Frederiksberg, sum var eyðsýndur í 2. hálvleiki.HB ikki fekk vart fyri, Jákup Biskopstø Andreasen fekk høvdið á, og bólturin rakti eitt HB-bein og fór í málið.
Annars átti Bjarti Vitalis Mørk nakrar góðar bjargingar, meðan málverjin hjá KÍ ikki var nógv til arbeiðis. Innskifti Patrik Johannesen kundi økt, men tað endaði 1-0, og liðið hjá Magnusi Powell vann stórsteypið fyri fyrstu síðani 2023.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald