Fótbóltur

KÍ vann við tíggju málum á TB

Bæði Patrik Johannesen og Páll Klettskarð gjørdu hattrikk, tá TB varð fullkomiliga sett uppá pláss, og KÍ kom nærri NSÍ í málúrttøku.

KÍ undirhelt fjepparum sínum á heimavølli í kvøld og buldrar víðari - størri trýst er lagt á NSÍ aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

KÍ undirhelt fjepparum sínum á heimavølli í kvøld og buldrar víðari - størri trýst er lagt á NSÍ aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-01 20:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur framvegis fult stigatal eftir sín áttanda dyst. Tað var uppá ongan máta óvæntað undan dystinum í kvøld, at teir í kongabláum fóru at vinna sær trý stig á heimavølli móti TB. Men at tað skuldi gerast tvísiffrað við Djúpumýru lá kanska ikki heilt í kortunum.

TB tapti gamaní 8-0 á Skála (1. deild) í steypakappingini, men hevur síðani vunnið á 07 Vestur og leygarkvøldið vóru uppflytararnir heilt nær við at fáa stig við í Gundadali móti HB.

KÍ hevði vunnið sínar seinastu tveir landskappingardystir 4-0, men tað vóru eisini størstu sigrarnir hjá liðnum higartil í ár.

Nú eitur tað 18-0 seinastu trý umførini, og KÍ hevur ikki latið mál inn í fimm landskappingardystum á rað.

Heimaliðið skoraði fimm ferðir fyri steðgin, og fimm ferðir í 2. hálvleiki eisini og harvið 10-0 við Djúpumýru.

Páll Andrasson Klettskarð og Patrik Johannesen eru í hopla og skoraðu tvey mál hvør - Patrik legði eisini upp tvær ferðir. Árni Frederiksberg skoraði tvær ferðir tann hálvleikin, sum hann spældi. Odmar Færø og Dávid Biskopstø Andreasen komu eisini á máltalvuna. Hetta var fyrsti dystur frá byrjan hjá Dávidi á besta liðið barndómsfelagsins.

Ein tungur túrur heim hjá TB. Hjá KÍ vóru málini kærkomin fyri at koma heilt nær NSÍ í málúrttøku. Runavíkingar hava skorað nógv mál og millum annað vunnið 11-0 á B68.

KÍ er nú trý stig frammanfyri tættasta kappingarneytan og í løtuni einsamalt oddalið. Leygarkvøldið spælir NSÍ móti HB í Gundadali

Betrideildin 8. umfar
Í dag, hósdagin 1. mai
KÍ - TB 10-0 (5-0)

[object Object]

Sí meira um dystin stigatalvu HER

Leygardagin 3. mai
16.30: B36 - EB/Streymur
17.00: B68 - 07 Vestur
19.30: HB - NSÍ

Sunnudagin 4. mai
14.30: FC Suðuroy - Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder