Fótbóltur

KÍ við sterkum avriki í Serbia

Heimaliðið legði stórt trýst á eftir steðgin í nógva hitanum og hevði sínari møguleikar, men tað endaði málleyst. KÍ hevur harvið góðar fyritreytir til heimadystin næsta hósdag.

Radnicki var greitt omaná leikliga, men KÍ stóð ímóti og kann avgerða alt á heimavølli (Skíggjamynd: KÍ Varpið)

Radnicki var greitt omaná leikliga, men KÍ stóð ímóti og kann avgerða alt á heimavølli (Skíggjamynd: KÍ Varpið)

2025-07-24 21:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var heitt og slavið, grasið var tungt, og Radnicki legði serliga í 2. hálvleiki nógv fyri, fyri at fáa sigurin í fyrra dystinum.

Tað eydnaðist tó hjá KÍ at fáa eitt gott útgangsstøði til seinna dystin: Málleysur javnleikur í Serbia er nakað, ið man hevði selt tað fyri áðrenn.

Stórt serbiskt trýst eftir steðgin

Radnicki hevði serliga tveir stórar møguleikar, tá umleið eitt korter var eftir og eisini eina eftir 65 minuttir. Heimaliðið rakti tó ikki málið hjá Sebastian John, ið annars gjørdi sítt, tá hann skuldi.

KÍ-liðið tyktiskt so líðandi merkt av umstøðunum móti kviku mótstøðumonnunum og skifti eisini tveir mans í bakketuni. Í 1. hálvleiki var í størri mun talan um eina javna dystarmynd, har Radnicki slett ikki gjørdist vandamikið.

KÍ kann avgerða alt í Klaksvík

Liðið hjá Magnusi Powell stríddi seg tó væl gjøgnum tungu løturnar og kundi avgjørt hendan dystin móti endanum:

Innskifti Mads Boe Mikkelsen trýsti høgt og væl, Hallur Hansson fekk fatur á bóltinum og lyfti hann í brotsteignum. Innskifti vongbakkurin Daniel Johansen var komin fram við, og hann fekk sett høvdið á. Royndi serbiski málverjin bjargaði tó, og so endaði tað 0-0.

[object Object]
Heitir og troyttir Daniel Johansen og Páll Klettskarð á grasinum í Kragujevac (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)

Aftur: Eitt úrslit sum KÍ á pappírinum avgjørt kann brúka undan dystinum í Klaksvík um eina viku.

Eitt sterkt arbeiðsavrik í Serbia og aftur stig til føroyskan fótbólt: KÍ hevur framvegis ikki tapt í Evropa í summar.

Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli 
Radnicki 1923 - KÍ 0-0

Seinni dysturin verður spældur við Djúpumýru hóskvøldið 31. juli.

KÍ 5-4-1(3-4-3):  Sebastian John, Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Nicholas Tellechea, René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrik Johannesen - Páll Andrasson Klettskarð

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Gilli Rólantsson Sørensen, Daniel Johansen, Mads Boe Mikkelsen og Filip Brattbakk

[object Object]Hagtølini: Leiklig yvirvág til heimaliðið men lutfalsliga fá skot á KÍ-málið (Skíggjamynd: KÍ Varpið)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder