KÍ-hópurin fór til Keypmannahavnar sunnudagin og víðari móti Luksemborg í gjár, mánadagin.
Ferðast var umvegis Frankfurt í Týsklandi, og í kvøldarsólini mánakvøldið hevði liðið sína fyrstu venjing í Lulsemborg býi.
Sí nakrar myndir hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag (Kronberg Photgraphy) niðanfyri
Føroyameistararnir hava eina 2-1 leiðslu við til Luksemborg eftir fyrra dystin móti Atert Bissen. KÍ var betri, men meistararnir úr Luksemborg komu betri inn í dystin í 2. hálvleiki.
Sí eisini: Taptu samanlagt 1-4 í seinna hálvleiki: - Føroysku liðini eru pøst alt ov nógv
Venjingin var ikki á vanliga leikvøllinum hjá Bissen, og tað verður avgerandi dysturin í morgin heldur ikki: Hann verður á tjóðarleikvøllinum - í rímiliga nógvum hita
Champions League 1. umfar - seinni dysturin
Mikudagin 15. juli í Luksemborg býi
19.15: FC Atert Bissen - KÍ (1-2)
Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - Dysturin sæst her fyri eitt gjald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald