Jóannes Bjartalíð og Fredrikstad longdu ikki sáttmálan í vetur. Eftir trý-ára samstarv leitaði nú 29-ára gamli klaksvíkingurin aðrar leiðir, og hann hevur í viðtalu við FM1 og onnur verið opin um, at tað kundi gerast okkurt "eksotiskt" - okkut øðrvísi enn vanligt er at royna hjá føroyskum fótbóltsspælarum
Hetta var sjálvandi eisini tí, at áhugi var ymsastaðni frá. Eysturevropa og Miðeystur hava ljóðað at verið millum møguleikarnar, og tað endaði við at gerast so langt eysturi í Evropa sum til ber: Landafrøðiliga er tað í roynd og veru í Asia.
Í dag er sáttmáli kunngjørdur millum Jóannes Bjartalíð og Fc Qyzyljar (Kyzylzhar). Talan er um eitt-ára sáttmála, skrivar bolt.fo.
Harvið verður landsliðsmiðvallarin fyrsti føroyingur, sum skal royna seg í Kasakstan - seinasti landsdystur hjá Jóannesi og Føroyum var júst móti Kasakstan (venjingardystur í november sum Føroyar vunnu 1-0)
![]()
Jóannes Bjartalíð í dystinum móti Kasakstan í november - skjótt verður hann at síggja í bestu deildini í Kasakstan (Mynd: Sverri Egholm)
Kasakstan, kappingin og Kyzylzhar
Nýggja liðið hjá Jóannes Bjartalíð spælir í bestu deildini í Kasakstan, sum byrjar í mars. Í fjør endaði FC Qyzyljar á 9. plássi í deildini - hon hevur 14 lið.
Kairat Almaty vann deildina og var við í júst lidna deildarspælinum í Champions League. Astana, sum er størsti kappingarneytin, hevur áður eisini staðið seg væl í Evropa. Kazakhstan Premier League hevur, eins og Føroyar, fýra evropeisk pláss.
Á sonevnda coefficient-listanum hjá UEFA (styrkistøl eftir evropeiskum avrikum seinastu fimm árini) liggur Kasakstan nummar 37 - trý pláss frammanfyri fremstu føroysku deildini. Qyzyljar spældi í Conference League í 2022 og megnaði at sláa Osijek úr Kroatia út.
![]()
![]()
Jóannes Bjartalíð kunngjørdur sum nýggjur spælari hjá Qyzyljar - felagið er í løtuni á venjingarlegu í Antalya í Turkalandi (Mynd: Qyzyljar)
Kasakstan er í stødd millum tey størstu londini í heiminum. Landafrøðiliga hoyrir nógv tann størsti parturin heima í Miðasia. Ein lítil partur er landinum er eisini í Evropa.
Jóannes Bjartalíð skal búgva og spæla í Petropavl, sum er ein stórur býur í norðara parti av landinum við nakað yvir 200.000 íbúgvum - tætt við russiska markið.
Karasai leikvøllurin hjá Qyzyljar tekur umleið 11.000 áskoðarar. Har skal føroyingurin skjótt spæla sínar heimadystur. Í løtuni er hópurin á venjingarlegu í Turkalandi, har tað er heitari.
Har skal Jóannes Bjartalíð koma inn í hópin og byrja tíðina undir Milic Curcic. Serbin og Jóannes hava KÍ til felag - Milic spældi eitt ár í KÍ í tíðini sum spælari í Føroyum. Hetta var í 2008. Núverandi venjarin gjørdi tó meira vart við seg í serliga byrjanini á Skála, har Milic spældi frá 2005 til 2007.
Dagført: 12.16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald