Fótbóltur

Koper-hópurin kemur til Føroya við rutuflogførum úr Keypmannhavn

Sum skilst ferðast slovenar í bólkum tíðliga seinnapartin fyri at náa evropeiska dystin í kvøld. Her er tað nýggjasta um evropeisku uppgerðina hjá NSÍ.

Teir hjá FC Koper fóru úr Slovenia í gjár men komu ikki longur enn til Svøríkis. Nú er størri flyting í gongd - til Føroya umvegis Keypmannahavn (Mynd: FC Koper)

Teir hjá FC Koper fóru úr Slovenia í gjár men komu ikki longur enn til Svøríkis. Nú er størri flyting í gongd - til Føroya umvegis Keypmannahavn (Mynd: FC Koper)

2026-07-23 11:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir hjá FC Koper ætlaðu at koma til Føroya í gjár við leiguflogfari, men tað varð av ongum. 

Hópurin vandi heima í Slovenia, áðrenn flogið varð til Svøríkis, har neyðugt var at yvirnátta. Í fyrstu syftu stóð flogfar úr Malmø at lenda í Vágum klokkan 11 í dag, men hetta er síðani broytt til klokkan 15.

Tað, vit vita um, er, at talan er um leiguflogfarið hjá slovenska mótstøðuliðnum hjá NSÍ. Men sum skilst kemur tað ikki til Føroya; í øllum førum ikki við hópinum.

Portalurin hevur verið í samskifti við fólk tætt at NSÍ og øðrum seinastu løtuna, og slovenar hava valt aðrar leiðir.

Sum vit skrivaðu, var møguleiki fyri at teir hjá Koper kunnu fara yvirum úr Malmö til Keymannahavnar og ferðast við SAS og Atlantic Airways - har pláss er og í bólkum.

Sambært okkara nýggjastu upplýsingum er hetta farið í gongd.

Millum klokkan 12.30 og klokkan 14 standa trý flogfør úr Keypmannahavn at lenda - tvey hjá SAS og eitt hjá Atlantic Airways.  Í hvørjum av hesum verða spælarar, venjarar, hjálparfólk og leiðsla hjá slovenska liðnum.

Hetta er fyri at tryggja, at man kemur til Føroya til tíðina, so Conference League- dysturin í  Klaksvík í kvøld kann byrja klokkan 19.45.

Spurningurin er, um SAS-flogførini lenda, um ov nógvur mjørki er, men tað gjørdu tey í gjár. Og tað er í øllum førum størri sannlíkindini fyri, at  hetta hendir, enn at leiguflogfarið hevði lent.

Sí flogferðsluna her

Onkrar av okkara upplýsingum vísa á, at summir úr slovenska ferðalagnum vóru við Atlantic Airways-flogfarinum, ið lendi klokkan 07.35 í morgun.

Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - FC Koper

FM1 sigur frá dystinum og Portalurin fylgir gongdini

Sí eisini: NSÍ spælir søguligan dystin móti slovensku silvurvinnarunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder