Føroyska manslandsliðið fær næstu dagarnar nakrar virðismiklar fyrireikingardagar ein og ein hálvan mánaða áðrenn EM-endaspælið, og venjararnir fáa roynt ymiskt móti sterkari mótsstøðu.
Sí eisini: Bredsdorff: - Golden League er gott høvi at vísa seg fram
Fyrsti dystur hjá Føroyum í Trondheim verður móti Niðurlondum. Liðini hittust í tveimum spennandi undankappingardystum í mars: Tað endaði við javnleiki í fyrsta landsdystinum við Tjarnir, og fýra dagar seinni vunnu Føroyar við einum máli í Almere.
Nú er ikki eins nógv uppá spæl, men Hjalti Mohr Jacobsen vísti á samrøðu við Kringvarpinum í dag á, at Føroyar fara eftir sigri aftur og byrja við sterkastu manning.
Dysturin í kvøld, sum byrjar klokkan 19.30 føroyska tíð, sæst í Kringvarpinum, eins og hinir báðir dystirnir hjá Føroyum. Allir dystirnir síggjast á TV2 Sport og TV2 Play.
1. umfar í Golden League í Tróndheimi
Í dag, hósdagin 30. oktober:
kl. 17.15 Noreg – Danmark (TV2 Sport/TV2 Play)
kl. 19.30 Niðurlond – Føroyar (Kringvarpið - TV2 Sport/TV2 Play)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald