Føroyska manslandsliðið er nú styrkismett sum nummar 125 av teimum 211 limalondunum í altjóða fótbóltssamgonguni, Fifa.
Í dag kunngjørdi Fifa nýggjasta styrkilistan, júst sum seinastu umførini í HM-undankappingini er avgreitt.
Og hesaferð hevur føroyska landsliðið vunnið seg tvey pláss fram síðani seinastu uppgerð fyri mánaða síðani. Í hesum tíðarskeiði hava Føroyar tapt 3-1 á útivølli móti Kroatia (nr. 10 á styrkilistanum) , og vunnið 1-0 á uttanveltaðum vølli móti Kasakstan (Nr. 115).
Harvið vunnu vit 3,01 stig á styrkilistanum, og tvey pláss upp á listanum, so Føroyar nú liggja beint aftan fyri Togo og framman fyri Malawi.
Í apríl 2023 lógu Føroyar eisini á einum 125 plássi – síðan hava vit verið niðri á 141. plássi og vent – tað var í juli í ár. Men síðan tá hevur tað gingið fram: fimm pláss upp í september, níggju pláss upp í oktober og nú tvey pláss upp í november.
Í evropeiskum samanhangi, hevur okkara landslið nú yvirhálað bæði Aserbajan og Cypros.
Føroyar liggja nummar nummar 44 í Evropa, beint aftan fyri Kasakstan og framman fyri Aserbajan. Hini londini, sum liggja aftan fyri Føroyar eru Kýpros, Estland, Lettland, Litava, Moldova, Malta, Andorra, Gibraltar, Liktinstein og San Marino.
Spania eigur heimsins besta landslið í løtuni framman fyri Argentina, Frakland, Ongland og Brasil.
Danmark er nummar 21, Noreg nr. 29, Svøríki nr. 43, Ísland nr. 74 og Finnland nr. 75.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald