Teir hava spælt samanlagt 85 landsdystir og verið við til nógvar stórar løtur á landsliðnum.
Síðani hava teir millum annað verið venjarar, har serliga Øssur Hansen hevur virkað nógv. Toftamaðurin við 51 A-landsdystum, og millum annað minniligum frísparksmáli í 2-2 javnleikinum móti Kasakstan, er nú høvuðsvenjari hjá AB.
Andrew av Fløtum er millum annað kendur fyri okkurt øðiligt skot á yvirleggjaran, men havnarmaðurin hevur eisini skorað móti Kasakstan, sum er á skránni leygardagin klokkan 17.00.
![]()
Saman við Trygva Absalonsen fara Andrew og Øssur frá klokkan 17.15 í dag at hyggja fram ímóti dystinum í morgin, á støðuna hjá manslandsliðnum sum heild í løtuni og eisini líta aftur á gamlar landsliðsdagar.
Fótbóltsskýlið verður eisini lagt út á Portalin og endursent klokkan 14.30 í morgin, leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald