Fótbóltur

Landsliðsspælarar vitja Fótbóltsskýlið í dag

Heidi Sevdal og Sara Shaki Lamhauge fara millum annað at tosa um uppgávuna móti Georgia á Tórsvølli í morgin - Heðin Arge kemur eisini við metingum um millum annað Løgmanssteypið og næsta umfar - sendingin verður á FM1 klokkan 17.15.

Heidi Sevdal hevur nú spælt 100 A-landsdystir - sum tann fyrsti føroyingurin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Heidi Sevdal hevur nú spælt 100 A-landsdystir - sum tann fyrsti føroyingurin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-17 12:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltsskýlið er aftur á FM1 í dag eftir tíðindini klokkan 17.

Fyrsta partin av sendingini vitja Heidi Sevdal og Sara Shaki Lamhauge, sum í morgin, leygardagin 18. apríl, klokkan 17 skulu spæla HM-undankappingardyst móti Georgia á Tórsvølli.

Heidi hevur nú spælt 100 A-landsdystir, og hon og Sara hava í nógv ár verið liðfelagar.

FM1 sendir frá dystinum

Síðani kemur Heðin Arge framvið og fer at meta um og tippa eitt sindur: Landsdyst í morgin og næsta umfar í Meistaradeildini, umframt at vit taka stutt saman um 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypinum.

Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder