Hósdagin 21. mai klokkan 10:00 skipar FSF fyri tíðindafundi á Tórsvølli har Pætur Clementsen og Eyðun Klakstein fara at kunngera hóparnar til landsliðsuppgávurnar í juni.
Fyrst í komandi mánaða skulu bæði kvinnulandsliðið og manslandsliðið í eldin aftur.
Kvinnurnar spæla fyrst, og tær skulu í Georgia royna at tryggja 2. plássi í trý-landa bólkinum. Føroyar vunnu 1-0 á Georgia, tá liðini spældu á Tórsvølli í apríl.
Tað verður tann 5. juni, at føroysku kvinnurnar skulu spæla HM undankappingardyst á útivølli ímóti Georgia.
6. juni spæla menninir fyrra dystin í Baltic Cup, tá Estland tekur ímóti í Pärnu.
Seinni dysturin hjá manslandsliðnum í hesum umfarinum verður tann 9. juni, og tá verður mótstøðuliðið annaðhvørt Lettland ella Litava, upplýsir Fótbóltssambandið
Greitt er frammanundan, at fleiri av føstu stuðulsspælarunum ikki fara at fara at vera við vegna skaðar ella neyðuga hvíld. U21-landsliðið hevur onga uppgávu í hesum landsliðsvindeyganum, og tískil kunnu fleiri ungir fáa møguleikan.
Í sambandi við úttøkurnar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli hósdagin 21. mai klokkan 10.
FM1 sendir beinleiðis frá úttøkuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald