Fótbóltur

Leikarar í sigursrúsi: Malvinurnar hoyra til Argentina

Fifa bannar politiskum boðskapum á vøllinum – hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til politisku staðfestingina hjá argentinsku leikarunum í gjárkvøldið.

(Mynd: Thomas Coex/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Thomas Coex/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-16 09:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Argentinska fótbóltssambandið kannfáa eitt Fifa-mál ‘upp á nakkan’ eftir at argentinskir leikarar í sigursrúsinum í Atlanta í gjárkvøldið eftir 2-1 hálvfinalusigurin á Onglandi, vístu fram eina plakat við heitum politiskum boðskapi.

‘Las Malvinas son Argentinas’ stóð á bannaranum – Malvinurnar hoyra til Argentina. Malvinurnar er spanska heitið fyri Falklandsoyggjar.

Fifa – altjóða fótbótssamgongan – bannar politiskum boðskapum undir HM-kappingini, um hetta ikki er góðkent av fyrireikarunum. Alheims fótbóltssamgongan hevur enn ikki gjørt viðmerkingarnar til hendingina í gjárkvøldið, skrivar Ritzau.

Undan dystinum varð argentinski landsliðsvenjarin, Lionel Scaloni, spurdur um bretsk-argentinsku ósemjuna um oyggjarnar í Suðuratlantshavi.

Hann svaraði, at Falklandskríggið var ein “døpur tíð”, og at hálvfinalan “einans var ein fótbóltsdystur”.

Argentina vendi dystinum við tveimum málum seint í dystinum, og skal nú spæla HM-finalu sunnudagin móti Spania.

Les: Argentina vendi øllum á høvdið í Atlanta og verjir framvegis HM-heitið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder