
Hann fekk eitt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá barndómsfelagnum í fjør.
Í ár hevur tað ikki verið talan um so nógvar minuttir, og nú er samstarvið millum Leiv Fossdal Guttesen og HB liðugt.
Partarnir longdu annars sáttmálan í vetur.
Leivur byrjaði eisini inni so seint sum í Sørvági 22. juni, har 23-ára gamli vongurin skoraði sítt 4. betrideildarmál. Leivur Guttesen spældi so als ikki móti TB leygardagin, og nú, tríggjar dagar seinni, er samstarvið av.
Hann er skrásettur fyri 60 dystir í fremstu røð/ í steypakking/í Evropa. Teir allarflestu hava verið fyri HB, men Leivur Guttesen umboðaði eisini AB í seinnu hálvu í 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald