Grimsby Town er í gongd við eitt steypaævintýr. Liðið hjá Geza David Turi, við føroyinginum á vøllinum eina góða løtu, sendi Manchester United út úr Carabao Cup í august, og síðani hevur liðið úr fjórðbestu ensku deildini eisini sligið Sheffield Wednesday (úr næstbestu deildini út).
Áttandapartsfinalurnar eru hesa vikuna, og tað er Premier League-mótsstøða á skránni hjá Grimsby í kvøld.
Brentford vitjar á Blundell Park í kvøld. Talan er um liðið, sum er á 11. plássi í Premier League, og sum leygarkvøldið vann á Liverpool.
Frá ensku meitarunum til eitt "4. deildarlið". Brentford er risafavorittur móti Grimsby í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 19.45 og sæst á Viaplay.
Vit vita ikki enn, um Geza David Turi verður við. Føroyski landsliðsspælarin hevur bert spælt 17 minuttir, í einum dysti, fyri Grimsby síðani 30. august. Ein stór orsøk er landsdystirnir - League Two koyrir, meðan landsliðssteðgur er, og har hevur Geza mist fýra dystir og eina rúgvu av venjingum í felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald