Fótbóltur

Liðið hjá Geza við enn einum flottum steypaúrsliti

Grimsby vann 1-0 í Sheffield og er fyri fyrstu ferð síðani 2021 í áttandapartsfinalunum í EFL Cup.

Geza David Turi sat á bonkinum allan dystin í gjárkvøldið (Mynd: Grimsby Town)

Geza David Turi sat á bonkinum allan dystin í gjárkvøldið (Mynd: Grimsby Town)

2025-09-17 10:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grimsby Town er í gongd við eitt steypaævintýr. Liðið úr fjórðbestu deildini stendur seg ógvuliga væl í minnu ensku steypakappingini, EFL Cup.

Geza David Turi legði upp til eitt mál, tá Shrewsbury varð sent út í fyrsta umfarinum, sum Grimsby var við í.

Síðani feldi Grimsby Manchester United eftir brotssparkskapping í einum dramatiskum dysti, sum gav felagnum nógva umrøðu.

Sí eisini: Geza og Grimsby sendu Manchester United úr eftir brotssparkskapping

Føroyski miðvallarin skoraði trygt í brotssparkskappingini í síðsta umfari. Í gjár sat Geza David Turi á bonkinum allan dystin, tá Grimsby vann á útivølli móti Sheffield Wednesday. 

Liðið er í næstbestu ensku deildini, men liðið úr League Two var omaná. Tað endaði 1-0 til Grimsby á Hillsborough.

Harvið eru Geza Turi og hinir víðari til 4. umfari - áttandapartsfinalurnar í EFL Cup.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder