Fótbóltur

Liðið hjá Gunnari Vatnhamar skal møta Brøndby - Jóan Símun og teir úti eftir longda leiktíð

Víkingur Reykjavík vann seg við víðari við tveimum málum seint í dystinum í gjár og skal skjótt til Danmarkar. KA var nær við at senda Silkeborg út í Conference League.

Tað sá einki út, tá seks minuttir vóru eftir í Reykjavík, men síðani vendi Víkingur, ið var uttan Gunnar Vatnhamar, øllum (Mynd: Víkingur Reykjavík)

Tað sá einki út, tá seks minuttir vóru eftir í Reykjavík, men síðani vendi Víkingur, ið var uttan Gunnar Vatnhamar, øllum (Mynd: Víkingur Reykjavík)

2025-08-01 19:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey bæði íslendsku liðini við føroyskum spælarum spældu dramatisktar evropeiskar dystir á heimavølli hóskvøldið. Hetta var í 2. umfari í Conference League.

KA Akureyri stríðist í botninum í bestu íslendsku deildini men liðið javnaði til 1-1 í yvirtíðini í fyrra dystinum, sum var í Silkeborg, og í gjár kom heimaliðið á odda. Bæði liðini fingu brotsspark í fyrra hálvleiki: KA skoraði uppá sítt, meðan Silkeborg brendi sítt.

Donsku favorittarnir javnaðu tó við flottum máli tíðliga í 2. hálvleiki og legði seg á odda eftir ein tíma við flottum máli. Heimaliðið fall tó ikki í fátt og javnaði, tá fimm minuttir vóru. 

Harvið var long leiktíð neyðugt, og har spældi Silkeborg seg víðari við flottum langskoti. Teir hjá KA iðraðu seg, men talan var um flott avrik.

Jóan Símun Edmundsson hevði leikbann til fyrra dystin, men føroyingurin spældi teir fyrstu 70 minuttirnar í gjár.

[object Object]Jóan Símun Edmundsson í landsdystinum móti Gibraltar í juni (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur Reykjavík tapti 2-1 fyri Vllaznia í fyrra dystinum, og tá albanska liðið skoraði uppá sítt seinna brotsspark í Reykjavík. 2-2 og 4-3 samanlagt til Vllaznia.

Heimaliðið gjørdi tó bart. Danin Nikolaj Hansen skoraði næstan beinanvegin aftur fyri Víking - sítt sætta mál í fjórða evropeiska dystinum í ár - og í 94. minutti avgjørdi heimaliðið til 5-4 samanlagt. 

Stór løta fyri Víking sum í 3. umfari skal spæla móti Brøndby. Danska felagið hevur júst sligið HB út við smølum sigri.

Sí eisini: HB fall við æru á Brøndby Stadion

Víkingur spældi uttan Gunnar Vatnahamar í hesari uppgerðini. Leirvíkingurin fekk ein skaða í knæðið fyri tveimum vikum síðani. Mest sannlíkt fær føroyski verjuspælarin ikki nakran leiklut í hesari uppgerðini.

[object Object]Mynd: Víkingur Reykjavík

Sí eisini: Gunnar Vatnhamar skal sita uttanfyri næstu vikurnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder