
Silkeborg var stórfavorittur og legði seg eisini á odda stutt fyri steðgin í heimadystinum móti KA Akureyri í 2. umfari í Conference League.
Útiliðið helt tó á at stríðast, og í yvirtíðini fekk KA eisini løn fyri tað: Frísparksinnlegg og so smekkaði áleyparin Hallgrimur Steingrimsson bóltin í netið.
1-1 og ein skelkur fyri Silkeborg, danskan fótbólt og Evropa.
Sunnudagin tapti Silkeborg fyri Brøndby, sum hóskvøldið vitjar HB og Tórsvølli. Hetta var í 1. umfari í Superliguni, so kappingarárið hjá Kent Nielsen og hansara monnum er ikki byrjað væl.
Við úrslitinum í fyrra dystinum í kvøld er alt opið, í mun til hvør kemur víðari til 3. umfar í kappingini.
Seinni dysturin verður spældur á Akureyri hóskvøldið 31. juli.
Jóan Símun sat uttanfyri vegna "gamalt" leikbann
Til seinna dystin fær Jóan Símun Edmundsson helst ein leiklut.
Tað væntaðu vit eisini, at hann fór at fáa í kvøld, men tað sum vit ikki gáaðu um var, at toftamaðurin hevði eitt evropeiskt leikbann á sær.
Hetta fekk Jóan Símun í somu kapping og fyri sama felag: Føroyingurin spældi eisini fyri KA í seinnu hálvu í 2023 og spældi millum annað fýra evropeiskar dystir.
i (Mynd: Knattspyrnufélag Akureyrar)
Hann skeyt eitt mál men í tí seinasta dystinum - úti móti Club Brügge - varð Jóan Símun Edmundsson rikin av vølli eftir tvey gul kort seint í dystinum.
Hann hevur ikki verið tilknýttur til lið, sum hevur havt evropeiskan dyst síðani. Nú er leikbannið av, 34-ára gamli føroyingurin við 95 landsdystum kann spæla í næstu viku. Hetta kann gerast ein stórur dystur hjá KA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald