Fótbóltur

Liðið hjá Mattiasi Hellisdal flytur upp í Allsvenskan

1-0 sigur í dag og harvið varð steðgurin í næstbestu svensku deildini stuttur.

Mattias fegnast næstuttast til høgru. 19-ára gamli føroyingurin kom til Västerås í august. Hann hevur spælt  ein dyst - og skorað eitt mál - higartil (Mynd: VSK Fotball)

Mattias fegnast næstuttast til høgru. 19-ára gamli føroyingurin kom til Västerås í august. Hann hevur spælt ein dyst - og skorað eitt mál - higartil (Mynd: VSK Fotball)

2025-11-01 14:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Västerås SK endaði í 2024 aftast í Allsvenskan. Men eftir sigurin í næstseinasta umfari í Superettan í dag er greitt, at liðið hjá Mattiasi Hellisdal flytur upp aftur.

VSK keypti unga føroyska miðvallaran úr B36 í august. Tá gjørdi felagið greitt, at U21-landsliðsspælarin skuldi slúast spakuliga inn.

Mattias Hellisdal var ikki við í hópnum í dag, tá Västerås vann 1-0 á Falkenberg í dag. Málið kom í yvirtíðini, og nú er stórur fagnaður á teimum í grønum og hvítum.

19-ára gamli havnarmaðuin hevur spælt ein dyst og skorað eitt mál fyri besta liðið. Næsta ár kann hann royna seg í Allsvenskan.

[object Object]
Mynd: VSK Fotboll

Sí fyrsta málið hjá Mattiasi Hellisdal í Svøríki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder