
Liðið hjá Mikkjali Thomassen datt í roynd og veru úr svenska meistarastríðnum seint í summar, tá AIK tapti fyri Mjallby.
Nú sjey umfør eru eftir, bendir alt á at Mjällby fer at gerast meistari á fyrsta sinni.
AIK stríðist ístaðin um at enda nummar tvey ella trý og harvið tryggja evropeiska luttøku næsta ár aftur.
Í gjárkvøldið fekk liðið týðani mál í hesum stríðnum. Tað var 1-1 eftir 95 minuttir, men so sló 16-ára gamli Kevin Filling til. Stórtalentið stútaði bóltin í netið, og tað var tað seinasta, sum hendi í dystinum, har AIK var leikliga omaná.
Liðið hjá føroyska venjaranum er framvegis nummar trý, og tvey stig eru niður til Göteborg. Neyðugt er at enda í topp-trý fyri at vera vísur í evropeiskum plássi.
Sí hæddarpunktini ovast ella her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald