
Føroysk feløg hava sum heild havt tað trupult við liðum úr Norðurírlandi: Átta uppgerðir og átta ferðir hava lið úr Norðurírlandi verið omaná samanlagt.
Hetta vísa hagtølini í yvirlitinum hjá FaroeSoccer, og tað hevur heimasíðan in.fo eisini víst á, nú enn ein uppgerð við norðurískt felag fótbólti bíðar.
Hesaferð er tað i 3. umfari í Conference League, og nú skal Vìkingur gera eina roynd móti nógv mest vinnandi felagnum í Norðurírlandi, sum hevur sligið føroysk feløg út fimm ferðir. Millum annað fýra ár á rað.
Hagtølini hjá Linfield higartil móti føroyskum feløgum:
2012: 0-0 móti B36 - Linfield víðari eftir brotssparkskapping *
2013: 5-0 móti ÍF
2014: 3-2 móti B36 3-2.
2015: 6-4 móti NSÍ
2019: 3-2 móti HB
* Tað einasta av hesum, sum var í Champions League. Hinir dystirnir vóru í Europa League.
Tøl: FaroeSoccer og in.fo
Víkingur skal næstu stóra vikuna royna at "venda gongdini" og skriva søgu. Tað er eitt play-off pláss í Conference League uppá spæl.
Hópurin hjá Linfield kom til landið í gjárkvøldiðAtgongumerki til dystin á Tórsvølli skulu keypast áðrenn - hann kann eisini stroymast fyri eitt gjald á SolidSport.
Sí eisini: Víkingur trínur aftur inn á evropeiska pallin hóskvøldið
UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Hósdagin 7. august á Tórsvølli
19.00: Víkingur - Linfield (NLR)
Til ber at keypa atgongumerki her
Tilfar úr Sarpugerði seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald