Tað er nógv uppá spæl hjá KÍ og Kauno Zalgiris í Jonava í morgin, mikudagin 29. juni.
Tað endaði 0-0 í fyrra Champions League-dystinum millum liðini og lagt er aftur upp til tættan dyst ólavsøkudag.
Les eisini: Nú skal KÍ vinna í Litava
Samanlagdi vinnarin fer víðari til 3. umfar í Champions League og er tryggjaður eitt evropeiskt deildarspæl í heyst og vetur. "Í minsta lagi" deildarispælið í Conference League.
Meistaradeildin í Føroyum fer í gongd aftur næsta vikuskifti, og harvið hevur KÍ eina heila viku millum hesar dystirnar í 2. umfari í Champions League.
Tað skuldi Kauno Zalgiris upprunaliga ikki hava, men litaviska fótbóltssambandið útsetti landskappingardystirnar hjá liðunum, sum eru í Evropa. Sum bolt.fo skrivaði sunnudagin, er hetta fyri at geva litavisku liðunum bestu fortreytir til seinnu altjóða dystirnar í hesi viku.
Kauno Zalgiris skuldi spæla oddadyst móti Sudava leygardagin, men ístaðin er hesin dysturin nú á skránni 9. september.
Øll segl hjá litaviska meistaraliðnum eru sett inn til at basa KÍ, nú so nógv er uppá spæl.
Champions League 2. umfar
Seinni dysturin, mikudagin 29. juli í Jonava
17.00: Kauno Zalgiris - KÍ (0-0)
Samanlagdi vinnarin fer víðari til 3. umfar í Champions League og skal við vissu spæla okkurt evropeiskt deildarspæl í heyst og í vetur
Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - leinkja til stroyming kemur eisini
Sí eisini: - Møguleikarnir hjá KÍ eru munandi størri við Árna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald