
Tbilisi, Georgia (Portalurin): Klokkan vísti trý lokala tíð, tá føroyska ferðalagið kom uppá pláss her miðskeiðis í georgiska høvuðsstaðnum í nátt. Hetta hevði verið ein langur ferðadagur, men tó so vísti klokkan ikki meira enn midnátt føroyska tíð.
Sí eisini: Góður midnáttarhýrur í Georgia
Tað merkist, at tað er ein tíðarmunur her á markinum millum Evropa og Asia. Býurin við yvir einari millión íbúgvum liggur í sunnara parti av Kavkasus.
Føroyska liðið skal vera her til fríggjadagin, tá ferðast skal aftur til Føroyar. Í hesum tíðarskeiðnum verður meira ella minni gingið eftir føroyskari tíð - tað verður ikki sett ein so "vanlig" skrá eftir verani klokkutíð. Hetta fyri at spælararnir ikki skulu venja seg við nýggja rútmu fyri síðani at venda um aftur í vikuskiftinum.
Ítøkiliga merkir tað millum annað, at morgunmaturin í dag ikki byrjaði fyrrenn klokkan 11 lokala tíð, og tað verður ikki nógv fyrr næstu dagarnar. Venjingarnar eru heldur seint - klokkan 20 - síðani er seinasta máltíðin, tá klokkan er umleið 23, og ein vegleiðandi songartíð í kvøld/nátt er 02.00.
Í november varð íknandi gjørt í Armenia, ið ikki liggur langt frá Georgia. Hetta eydnaðist væl hjá manslandsliðnum.
Viðføri verður koyrt í busin mitt á nátt (Myndir: Sverri Egholm)
Føroyar spæla týðandi HM-undankappingardyst móti Gibraltar mánadagin 9. juni á Tórsvølli. Venjingardysturin her verður spældur hóskvøldið 5. juni klokkan 17, føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald