
Fjepparar hjá enska fótbóltsfelagnum Liverpool FC hava fingið góð tíðindi í dag.
Liðskiparin hjá felagnum, niðurlendski Virgil van Dijk, hevur nú longt sáttmálan við felagið, skrivar Liverpool á heimasíðu síni.
Nýggi sáttmálin er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini.
Sostatt fylgir 33 ára gamla verjukempan størstu stjørnuni á liðnum, egyptiska Mohamed Salah, sum eisini longdi við felagið herfyri.
Virgil van Dijk skifti til Liverpool í januar 2018 og hevur síðan spælt 314 dystir fyri felagið. Síðan 2023 hevur hann verið liðskipari.
van Dijk hevur verið við til at vinna Premier League, Champions League, HM fyri feløg, FA Cup og Carabao Cup.
Alt bendir á, at hann vinnur Premier League enn einaferð við Liverpool i ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald