Fótbóltur

Lutakast til Champions League klokkan 15 og til Conference League klokkan 17

Her sæst yvirlit yvir, hvørjum liðum KÍ, NSÍ og Víkingur kunnu møta í 1. umfari í kappingunum. Til ber at stroyma lutakastini á heimasíðuni hjá UEFA.

KÍ og NSÍ, tvey tey ovastu liðini í føroysku deildini, fáa seinni í dag at vita, hvørjum tey skulu spæla ímóti í Evropa í juli (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ og NSÍ, tvey tey ovastu liðini í føroysku deildini, fáa seinni í dag at vita, hvørjum tey skulu spæla ímóti í Evropa í juli (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-16 11:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í juli skulu fýra føroysk feløg aftur royna seg í evropeisku kappingunum á manssíðuni: KÍ í Champions League og HB, NSÍ og Víkingur í Conference League.

Av tí at KÍ vann greipuna, og HB endaði á 2. plássi í landskappingini, fær HB føroyska plássið í 2. umfari í Conference League.

Harvið verður Havnar Bóltfelag ikki í nøkrum bolla í dag, tí talan er um lutakøst til 1. umførini í kappingini. Drigið verður til 2. umfar í morgin, mikudagin 17. juni, og tá verður greitt, hvørjum HB fer at møta

Lutakastið hjá KÍ í Champions League verður klokkan 15. Lutakastið til 1. umfar í  Conference League byrjar tveir tímar seinni, tá Víkingur og NSÍ vera í pottinum.

Í morgun gjørdist greitt, júst hvørjum liðum KÍ, Víkingur og NSÍ kunnu møta í fyrstu syftu

KÍ kann møta einum av hesum:
PFC Levski Sofia (Bulgaria)
FK Kauno Žalgiris (Litava)
FK Sutjeska-Nikšic (Montenegro)
ETO FC Gyor (Ungarn)
KF Egnatia (Albania)
ML Vitebsk (Hvítarussland)
FC Atert Bissen (Luksemborg)

Her skulu greipuvinnararnir helst sleppa undan ungarsku og bulgarsku meistarunum. meðan Sutjeska úr Montenegro og Bissen úr Luksemborg munnu vera millum bestu møguleikarnar.

Víkingur kann møta einum av hesum liðunum:
Ilves Tampere (Finnland)
Bohemian FC (Írland)
Stjarnan (Ísland)
Glentoran FC (Norðurírland)
Caernarfon Town FC (Wales)

Her man valisiska liðið vera dreymalutkast hjá Víkingi, men aðrir spennandi møguleikar eru eisini. Liðini úr Finnlandi og Írlandi eru 


NSÍ kann møta einum av hesum liðunum:
KF Shkëndija (Norðurmakedónia)
Linfield FC (Norðurírland)
Hamrun Spartans FC (Malta)
KF Vllaznia (Albania)
La Fiorita 1967 (San Marino)
FC Santa Coloma (Andorra)

Linfield hevur verið ein marra hjá føroysku liðunum, og NSÍ vil helst eisini sleppa undan Balkan, tó at norðurmakedónsk mótstøða ikki hevði verið tann tyngsta. Liðini úr San Marino og Andorra munnu vera dreymurin.

Til ber at stroyma lutakastini hjá føroysku liðunum á heimasíðuni hjá UEFA. 

Dagført: 11.46

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder