Fótbóltur

Málleys føroysk vika í Evropa

NSÍ og HB taptu 2-0 í Conference League, og KÍ spældi málleysan javnleik i Champions League. Júst føroyameistararnir hava nógv bestu fyritreytirnar at spæla seg víðari í næstu viku - og teir hava eisini eyka møguleikar fyri deildarspæli.

KÍ var nær við at skora nakrar ferðir í 2. hálvleiki týskvøldið - men sigur skal nú til í Litava (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ var nær við at skora nakrar ferðir í 2. hálvleiki týskvøldið - men sigur skal nú til í Litava (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-24 10:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir, tvey tap, ein javnleikur og einki føroyskt mál. 

Har vikan frammanundan var nærum frálík - tveir sigrar og ein javnleikur - var tað ein heldur tung føroysk vika í Evropa.

Ikki tí; KÍ, HB og NSÍ gjørdu eisini rímiliga nógv ting røtt: KÍ uttan Árna Frederiksberg og aðrar stórar profilar, NSÍ við tíggju monnum stóran partin av dystinum og HB í fyrsta dystinum í 15 dagar og í Skotlandi.

Har vóru flott langskot at enda munurin, meðan tvey mál hjá Brown Irabor seint í dystinum í Klaksvík góvu Koper frálíkar fyritreytir undan dystinum í Slovenia.

[object Object]
NSÍ lá til at fáa eitt fínt úrslit eftir umstøðunum á heimavølli, men seinastu løtuna skoraðu slovenar tvær ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið hava HB og NSÍ nógv at venda hósdagin, meðan hjá KÍ er tað einfalt, tó heldur trupult: Ein sigur skal til ólavsøkudag í Litava.

Um tað ikki eydnast liðnum hjá Magnusi Powell at koma víðari har, fer KÍ niður í Europa League, har mest sannlíkt AGF bíðar.

Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
KÍ - Kauno Zalgiris 0-0

Meira um dystin her

Seinni dysturin millum meistaraliðini í Litava og Føroyum verður ólavsøkudag, 29. juli, klokkan 17 føroyski tíð

Sí eisini: Nú skal KÍ vinna í Litava

Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
NSÍ - FC Koper 0-2 (0-0)

Meira um dystin her

Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli á FIR Park
Motherwell - HB 0-2 (0-1)

Meira um dystin her

Seinnu dystirnir hjá HB og NSÍ verða spældir um eina viku, hósdagin 30. juli. Annar á Tórsvølli, klokkan 18.00, og hin í Slovenia - klokkan 19.45

Les eisini: 2-0 og 0-2: Tungt føroyskt kvøld í Conference League


Meðan føroysku liðini ikki megnaðu at skora, gjørdi Áki Samuelsen tvey mál fyri Mjällby í Champions League. Meira um alt hetta í Fótbóltsskýlinum.

Sí eisini: Áki Samuelsen tvífaldur málskjútti í fyrsta Champions League

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder