Fyrst Estland, og síðani annaðhvørt Lettland ella Litava verða føroysku mótstøðulondini, tá A-landsliðið við monnum í juni mánað skal spæla tveir av fýra venjingardystum í fyrru hálvu í árinum.
Teir fyrru eru á skránni í Dubai siðst í mars.
Sí eisini: Annar venjingardysturin verður móti Singapor
Eins og fyri tveimum árum síðani fer manslandsliðið aftur í ár at taka lut í Baltic Cup í juni. Hesum boðar FSF frá.
Talan er ein fýralandakapping millum tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, sum í ár eru Føroyar. Kvinnulandsliðið hevur ofta verið til hesa kapping.
Í 2024 eydnaðist luttøkan hjá manslandsliðnum á ymsan hátt ikki væl. Føroyar taptu eisini 4-1 fyri Estlandi og 1-0 fyri Lettlandi. Harvið endaði liðið aftast í kappingini.
Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani eru finalan og dysturin um 3. plássið á skránni. Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 6. juni: Estland og Føroyar spæla í Pärnu, meðan Litava og Lettland hittast í Kaunas.
Finalan og dysturin um 3. plássið vera týsdagin 9. juni, upplýsir fsf.fo fyrrapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald