Fótbóltur

Marius Kryger Lindh úr B36 til NSÍ

Eftir tvey ár fyrst í AB og síðani tvey í B36, fer danin Marius Kryger Lindh nú til Runavíkar at spæla fótbólt.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-27 18:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

26 ára gamli danin, Marius Kryger Lindh, skiftir frá B36 til NSÍ. Hann hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við felagið, og kemur hann tískil at spæla í gulum kappingarárið 2026.

Hesum boðar NSÍ frá í kvøld.

[object Object](Mynd: NSÍ)

Marius Kryger Lindh kom úr Slagelse til AB í 2022. Hann leikti tvey kappingarár á Argjum, har hann beinanvegin gjørdi um seg á høgra vongi. Í 2024 skifti Marius til B36.

Síðani Marius Kryger Lindh kom til Føroya, hevur hann leikt 89 dystir í Betri deildini, har hann so hevur fingið heili 25 mál. Harafturat hevur hann leikt níggju steypadystir og fingið seks mál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder