Fótbóltur

Markus Thorberg nýggjur høvuðsvenjari hjá FC Suðuroy

FC Suðuroy hevur fingið høvuðsvenjara við fortíð í TB. Norðmaðurin avloysir Pól Thorsteinsson, sum er farin í NSÍ.

2026-01-08 17:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norðmaðurin Markus Thorberg verður nýggjur høvuðsvenjari hjá FC Suðuroy. Hesum boðar felagið frá í dag.

- Markus er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Markus hevur frammanundan verið venjari hjá TB og var høvuðsvenjari, tá TB, saman við okkum, flutti upp í bestu deildina í 2024, skrivar FC Suðuroy.

- Markus Thorberg er ein ungur, spennandi venjari, sum kemur at byggja víðari uppá tað, sum vit hava gjørt síðstu árini. Hann kom til landið í gjár og er longu farin til verka, sigur felagið.

Pól Thorsteinsson, sum hevur verið venjari hjá FC Suðuroy seinastu árini, verður hjálparvenjari í NSÍ hetta kappingarárið.

Sí eisini: Frá høvuðsvenjara hjá FC Suðuroy til hjálparvenjara til NSÍ

FC Suðuroy var í fjør uppi í bestu landskappingini og vendi. Hetta kappingarárið verður spælt í 1. deild.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder