Fótbóltur

Martin Agnarsson og Aarhus Fremad tryggjaðu sær uppflyting

Vinstri bakkurin, sum hevur B36 su barndómsfelag, skal spæla í næstbestu donsku deildini eftir summarsteðgin. Tað eru 17 ár síðani, at Aarhus-felagið hevur verið har. - Hetta er næsta stigi í menningini hjá felagnum..

2025-06-02 10:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir av føroysku útisetunum, sum í dag fara til Georgia í landsliðsørindum, hava verið við at tryggjað sær og felagi sínum eina uppflyting um vikuskifti. Báðir verjuspælararnir eru komnir fyri seg eftir nakrar skaðasteðgir tíðliga á yrkisleiðini og hava verið fastir menn hjá sínum liðum í ár.

Í gjár gjørdist greitt, at Andrias Edmundsson verður fyrsti føroyingur í fremstu pólsku deildini. Wisla Plock vann 2-0 í play-off finaluni. Ekstraklasa er ein stór deild, so tað verður eitt spennandi fet fyri sterka føroyska miðverjan.

Les meira: Andrias Edmundsson skal spæla í bestu pólsku deildini

Martin Agnarsson skifti síðsta summar til Aarhus Fremad í triðbesutu donsku deildini. Hetta fyri at fáa fasta spælitíð og støðufesti eftir nakrar skaðar, sum argaðu unga vinstra bakki.

Hetta hevur eydnast til fulnar, og fótbóltsgleðin er av álvara komin aftur hjá 21-ára gamla havnarmanninum:

- Tað er sera týdningarmikið fyri meg at hava fingið hetta álitið frá venjaranum. Allir fótbóltsspælarar vilja byrja inni hvønn dyst, og av tí at eg veit, at eg byrji, gevur tað. Mær eina ávísa róð í sálina. Eisini er hugurin at spæla fótbólt ordiliga komin aftur, eftir eitt drúgt tíðarskeið í Viborg og einum langum tíðarskeiði á bonkinum.

Soleiðis segði Martin Agnarsson við Portalin eftir lyklasigurin á Amager síðst í apríl. Aarhus Fremad hevur verið sannførandi í ár, og í triðseinasta umfari um vikuskifti kom uppflytingin endaliga í hús. Hetta við málleysum javnleiki móti Middelfart, sum var tættasti kappingarneytin.

Yvir 3.000 áskoðarar vóru á Riisvangen til uppflytingarveitslu í sólini. Martin Agnarsson spældi sjálvandi fullan dyst á vinstra bakki.

[object Object]
Martin í nærdysti við Middelfart-spælara (Mynd: Aarhus Fremad)

Eftir summarsteðgin verður tað so 1. Division - Aarhus Fremad hevur ikki verið í næstbestu donsku deildini í 16 ár, so hetta er eitt týðandi fet.

- Áðrenn eg kom til Aarhus Fremad, hava teir verið nær við at flutt upp fleiri ferðir, so tað er avgjørt tað næsta stigi í menningini hjá felagnum. Tað er sera nógv hent seinastu árini í felagnum, og í løtuni peikar pílurin uppeftir. Eg vil sera gjarna vera ein partur av einum vinnaraliði, og tað er ótrúðliga stuttligt at flutt upp. Tað gevur eisini møguleikar at koma víðari í fótbóltsleiðini, situr Martin.

Á liðnum hjá Fremad er millum annað áleyparin Anders Holvad, sum í seinnu hálvu í 2022 spældi við KÍ og gjørdist føroyameistari.

[object Object]
Anders Holvad í dystinum leygardagin (Mynd: Aarhus Fremad)

Við úrslitinum bilar tað ikki so nógv, at Fremad fyri fyrstu ferð í uppflytingarspælinum kunnu vera Martin Agnarsson fyriuttan fríggjakvøldið. Tá verður kviki og orkuríki vinstri bakkurin í Georgia, har hann helst fær minuttir í venjingardysti fyri føroyska A-landsliðið. Hann fekk boð at koma inn sum avloysari fyri René Shaki Joensen í gjár.

Sí eisini: Gullbrandur og Martin avloysa Samuel og Shaki 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder