Fótbóltur

Martin Klein Joensen skiftir til ÍF

Hann skiftir úr Víkingi og hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála í Fuglafirði. Fyri aðru ferð uppá fáar dagar hevur ÍF kunngjørt áleypara, sum í 2025 hevur spælt í Betrideildini.

2025-11-12 09:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aftur í gjárkvøldið var ljós á skrivstovuni á ovastu hædd í ítróttarhúsinum í Fuglafirði.

Og orsøkin var gleðilig, skrivar ÍF á Facebook-síðu sínari, har tað verður kunngjørt, at felagið hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við Martin Klein Joensen.

- Martin, sum annan jóladag fyllir 26 ár, er royndur áleypari, hevur spælt tilsamans 192 dystir í Betri deildini og 1. deild, og hava hesir dystir kastað tilsamans 96 mál av sær.

[object Object]
Martin Klein Joensen í dysti fyri barndómsfelagið Víking í 2023. Summi ár hevur aleyparin verið ógvuliga effektivur (Mynd: Sverri Egholm)

Í 2025 spældi Martin Klein Joensen við B68 í fyrru hálvu og síðani við barndómsfelagnum Víking í seinnu hálvu.

Kviki áleyparin spældi tó ikki nógv í fremstu deildini í seinnu hálvu. Í 2026 skal hann royna at skjóta ÍF upp í bestu deildina aftur.

Í tíðarskeiðum hevur Martin Klein Joensen víst seg at vera ógvuliga effektivan, og eigur hann millum annað sín lut í steypagullinum hjá Víkingi í 2022

Afturat gøtumanninim er ein annar áleypari komin til Fuglafjarðar, sum spældi Betrideildarfótbólt í 2025. Teit Hjelm var við í 22 av dystunum hjá FC Suðuroy. Hann er skrásettur fyri trý mál í teimum og hevur eisini gjørt mál í 1. deild og 2. deild seinastu árini.

[object Object]
Teit Hjelm saman við Fríða Reinert-Petersen, næstformanni í ÍF (Mynd: ÍF)

Tøl: FaroeSoccer
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder