
Kolding og Meinhard Egilsson Olsen mistu møguleikan at koma upp á 2. plássið í næstbestu donsku deildini í gjárkvøldið.
Tað var 2-0 til útiliðið í Aarhus, tá 86 minuttir vóru farnir: Aarhus Fremad hevði teir flestu stóru málmøguleikarnar á Riisvangen, men Kolding hevði verið effektivt.
Meinhard Egilsson var við í báðum málunum: Vinstri vongurin/vongbakkurin hevði triðseinasta fót á leiðslumálinum í 34. minutti, og eftir ein tíma var tað Meinhard, sum tá hevði liðskiparabandið á, sum legði hornaspark innfyri, sum endaði við máli. Eins og tá, skoraði Isak Tånnander fyri Kolding.
Sí eisini: Meinhard Egilsson skoraði og kom á vikuliðið
Uppflytararnir úr Aarhus Fremad góvu tó ikki upp. Anders Holvad, ið spældi við KÍ í seinnu hálvu í 2022, kom inn og legði upp til tvey mál seint í dystinum. Í báðum førum átti toppskjúttin hjá Fremad og í deildini, Kasper Andersen, seinasta fótin. Í seinna førinum var Meinhard ein teira, ið misti uppdekkningina nakað.
Anders Holvad, sum her hevur skorað í Gundadali, legði upp til bæði málini hjá Aarhus Fremad í sigrinum. Hann og Martin Agnarsson hava verið liðfelagar síðani síðsta summar (Mynd: Sverri Egholm)
Týðandi stig hjá Martini Agnarsson og Aarhus Fremad, sum er nummar tíggju av tólv liðum og beint omanfyri strikuna.
Sí eisini: Martin Agnarsson á vikuliðnum
Kolding er á 3. plássi við tíggju stigum eftir seks umfør.
Bæði Martin og Meinhard spældu 90 minuttir í spennandi dystinum í gjár.
Hæddarpunkt síggjast her - Martin spælir í nummar 3 hjá teimum í gulum og svørtum og Meinhard við nummar 10 hjá teimum í hvítum.
Dagført: 12.54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald