Fótbóltur

Mattias: - Ein serstøk avgerð sum eg varð bilsin av

Landsliðsmálverjin setur orð á støðuna í Fredericia, har hann brádliga endaði á bonkin eftir fýra dystir á rað frá byrjan. - Landsliðssteðgurin kemur ta perfekta tíðspunktið, staðfestir Mattias Lamhauge.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-01 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg havi fingið nógv burturúr hesum dystunum, sum eru mínir fyrstu fyri Fredericia í eitt ár.

Tað staðfestir Mattias Lamhauge eftir fýra Superliga-dystir á rað. 26-ára gamli havnarmaðurin varð tó um vikuskifti settir av - nýinnkeypti Etienne Green, sum kom úr Premier League-felagnum Burnley, varð valdur frammum til dystin hjá Fredericia í Aarhus.

Liðið hjá Mattiasi tapti 4-1, og føroyski landsliðsmálverjin hevur dagin eftir heldur ilt við at skilja valið.

Mattias Lamhauge vil ikki fara út í æsir við tí, men hann er vónbrotin og bilsin.

Les meira um støðuna hjá Mattiasi her: Mattias varð vrakaður

Hoyr hann seta orð á hana ovast

Sí eisini: Myndir: Gunnar og Viljormur vandu við

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder