Fótbóltur

Mattias Lamhauge helt málið reint í Superliga-sigri

Føroyski landsliðsmálverjin var tryggur, tá góða gongdin hjá Fredericia helt fram. Felagið ætlar tó at fáa ein nýggjan málverja inn í næstu viku.

Mattias Lamhauge kom millum annað út og helt fleiri innleggum trygt móti Randers. Hann hevur nú fýra Superliga-dystir á rað og meira sjálvsálit undan landsliðssamlingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mattias Lamhauge kom millum annað út og helt fleiri innleggum trygt móti Randers. Hann hevur nú fýra Superliga-dystir á rað og meira sjálvsálit undan landsliðssamlingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-24 15:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fredericia hevur verið fríska lotið í Superliguni í ár. Suðurjýtska felagið er fyri fyrstu ferð í fremstu røð í Danmark, og nógv flott avrik hava verið hjá uppflytarunum.

Eftir dystin í 6. umfari er Fredericia á 4. plássi - bert FC Midtjylland, Brøndby og FCK eru frammanfyri liðið við føroyska landsliðsmálverjanum.

Tryggur Mattias helt málið reint

Mattias Lamhauge hevur verið í felagnum síðani á vetri 2024. Hann endaði sum eykamálverji síðsta kappingarár eftir nakrar skaðar. Fyrstimálverjin noyddist undir skurð eftir 2. umfar, og dysturin móti Randers í dag var tann fjórði á rað hjá Mattiasi.

Hetta var fyrstu ferð, at føroyingurin helt málið reint, hóast serliga avrikið móti FCK í 3. umfari, í fyrsta dystinum hjá føroyingunum í Superliguni, eisini var gott.

Svenn Crone skoraði í 34. minutti, og hetta gjørdist einasta málið í dystinum. Fredericia var omaná fyri steðgin og stóð ímóti í 2. hálvleki. Har gjørdi Mattias Lamhauge sítt. 26-ára gamli havnarmaðurin var serliga tryggur, tá hann kom út í brotsteigin og hevði eisini sínar bjargingar.

Millum annað kom Mattias væl út og helt einum innleggi, tá trýstið var stórt í yvirtíðini.

Ítróttarstjórin: Ein annar málverji er á veg

Hetta var bæði ein góður og heldur keðiligur dagur við brillunum hjá Mattiasi Lamhuage.

Hann helt málið reint á fyrsta sinni í Superliguni, men undan dystinum váttaði ítróttarstjórin hjá Fredericia, at felagið fer at keypa ein nýggjan málverja í næstu viku.

Sum skilst verður talan um ein, ið er ætlaður til at vera fyrsti málverji hjá felagnum: Leigaði Ovie Ejeheri verður úti í eina tíð.

Ikki beinleiðis nøkur álitsváttan til Mattias, ið tó skal hugsavna seg at aftur vísa seg fram í Aarhus um eina viku. Aftaná tað er landsliðssteðgur.

Tað er eingin ivi um, at Mattias Lamhauge verður á listanum hjá Eyðuni Klakstein í morgin - so er spurningurin, hvørt hann ella Bárður á Reynatrøð vinna kappingina um plássið í føroyska málinum til undankappingardystirnar móti Kroatia (heima 5. september) og Gibraltar (8. september).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder