Fótbóltur

Mattias Lamhauge hevur fingið nýggjan harðan kappingarneyta

Etienne Green kemur úr Premier League-felagnum Burnley og hevur spælt U-landsdystir fyri Frakland og Ongland. Mattias hevur annars spælt fýra teir seinastu dystirnar, og fjepparar hjá Fredericia undrast nakað.

Etienne Green og Mattias Lamhauge vandu saman fyri fyrstu ferð í dag, og skulu málverjarnir næstu mánaðirnar kappast (Mynd: Fredericia FC)

Etienne Green og Mattias Lamhauge vandu saman fyri fyrstu ferð í dag, og skulu málverjarnir næstu mánaðirnar kappast (Mynd: Fredericia FC)

2025-08-28 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mattias Lamhuage hevur tikið av møguleikanum, sum hann fekk, tá Ovie Ejeheri longu gjørdist skaddur í 2. umfari í Superliguni.

Seinastu fýra dystirnar hevur føroyingurin roynt seg móti millum annað FC Midtjylland og FCK - har hann serliga fekk rós fyri sítt fyrista Superliga avrik móti FCK.

Sunnudagin stóð 26-ára gamli havnarmaðurin so mikið væl, at hann kom á vikuliðið hjá stóra danska ítróttarmiðlinum bold.dk.

Føroyingurin var tryggur og helt málið reint móti Randers, og á sosialu miðlunum síggjast fleiri Fredericia-fjepparar fegnast um føroyska málverjan.

Teir undrast eisini eitt sindur á, at Fredericia nú hevur útvegað sær ein nýggjan málverja, sum felagið eftir øllum at døma ætlar skal vera fyrsti málverji.

- Hann skal prógva til venjing, at hann er betri enn Lamhauge...
- Lamhauge hevur so ikki spælt seg av
- Eg skilji ikki hetta fult og heilt

[object Object]
Etienne Green til venjing í dag (Mynd: Fredericia)

Hetta eru nakrar av viðmerkingunum undir ymisku "postunum" hjá Fredericia um Etienne Green.

Hann og Mattias Lamhauge vandu saman fyri fyrstu ferð í dag og skulu næstu mánaðirnar kappast um plássið.

Etienne Green kemur úr Premier League-felagnum Burnley. Har hevur hann verið seinastu árini men hevur tó ikki spælt ein almennan dyst við fyrsta liðið felagsins.

Green hevur enskan pápa og franska mammu. Hann er í stóran mun uppvaksin í Fraklandi og var í nógv ár í Saint Etienne, har málverjin spældi útvið 40 dystir á besta liðnum. 

Nýggi kappingarneytin hjá føroyska landsliðsmálverjanum hevur spælt nakrar U-landsdystir fyri Frakland, áðrenn hann skifti til Ongland á U21-stigi. Har eigur Etienne Green tveir dystir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder