
Talan gjørdist um eitt slag av rutsjubanatúri hjá Fredericia í heimadystinum móti Sønderjyske í 5. umfari í Superliguni.
Tað var málleyst í steðginum, men gestirnir høvdu fingið reytt kort seint í 1. hálvleiki, tá Chidiebube Duru sum aftasti maður framdi brot.
Fredericia gagnnýtti eisini yvirtalið fyrstu minuttirnar eftir steðgin: Eftir fimm minuttir í 2. hálvleiki var støðan 2-0.
Sønderjyske fall tó ikki í fátt í Fredericia og skoraði tvær ferðir innan hálvan tíma. Talan var í báðum førum um heldur passivt verjuspæl og skot stutt inni í brotsteignum.
Í málinum til 2-2 kundi Mattias Lamhauge verið staðsettur betri í málinum, meðan froyingurin sá meira prísgivin út í tí fyrra.
Annars hevði Mattias fleiri tryggar atgerðir - eisini við bólti. Samanlagt vóru fimm skot á mál hansara í triðja Superliga-dystinum.
Mattias Lamhauge hevur tikið yvir, nú Ovie Ejeheri er úti (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Talan gjørdist eisini um trý søt og søguligu stig til Mattias Lamhauge og teir. Agon Muccoli fekk eitt mál kolldømt í 87. minutti, men tríggjar minuttir seinni legði miðvallarin eitt snilt innlegg úr vinstru, og tað sigldi í málið.
3-2, annar sigurin hjá uppflytaranum í Superliguni men tann fyrsti nakrantíð hjá felagnum á heimavølli í bestu donsku deildini.
Fredericia er í løtuni á 3. plássi í Superliguni. Fleiri lið hava tó ein dyst færri. Hetta var triði dysturin á rað hjá Mattiasi Lamhauge, og hann skal eftir øllum at døma verja málið aftur í 6. umfari, sunnudagin 24. august, tá Randers vitjar í Frederica
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald