
Seinasta stóra árið hevur Mattias Lamhauge sitið nógv á bonkinum og verið eitt sindur skaddur.
Ovie Ejeheri spældi tveir teir fyrstu dystirnar eftir summarsteðgin, men leigursveinurin úr FC Midtjylland er nú úti í eina tíð - óvist er hvussu leingi.
Harvið hevur Mattias spælt tveir teir seinastu dystirnar. Talan hevur verið um dystir móti teimum báðum á pappírinum truplastu mótstøðuliðunum: FCK og FC Midtjyllandi.
Í tí fyrra, heima móti meistarunum, tapti Fredericia 2-0, men Mattias Lamhauge fekk góð ummæli fyri avrikini í málinum.
Dysturin í Herning síðsta vikuskifti varð dramatiskur. Tað var 3-1 til heimaliðið og favorittarnar, men Fredericia fekk javnað til 3-3.
Nú kemur ein dystur, har Fredericia helst skal hava stig: Á heimavølli móti Sønderjyske. Bæði liðini hava fýra stig fyri fýa dystir.
Dysturin byrjar klokkan 19 føroyska tíð. Hann sæst á TV3 Sport og á Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald