Fótbóltur

Mattias og teir taptu í Odense

Hesaferð lat føroyski landsliðsmálverjin trý mál inn, men umstøðurnar vórðu eisini ringar.

Mattias Lamhauge sást skelda verjupartin nakrar ferðir - eins og í landsdyst her móti Danmark (Mynd: EPA)

Mattias Lamhauge sást skelda verjupartin nakrar ferðir - eins og í landsdyst her móti Danmark (Mynd: EPA)

2025-09-19 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eitt persónliga ógvuliga flott avrik mánadagin móti Vejle (1-1), var upplivingin hjá Mattiasi Lamhauge ikki eins góð í kvøld.

Sí eisini: Dagsins spælari og á vikuliðnum

Føroyski landsliðsmálverjin fekk sjálvandi afturval, og hann gjørdi sítt tað mesta av dystinum. Men í 38. minutti fekk OB brotsspark (armur á) , sum varð umsett uttan himpr. Heimaliðið økti átta minuttir eftir steðgin, tá teir hjá heimaliðnum sluppu alt ov lætt ígjøgnum Fredericia-verjuna. Plaseringin hjá Mattiasi Lamhauge var ikki tann besta, tá bólturin varð lagdur yvirum.

Annars kundi man ikki leggja nakra ábyrgd í málunum á 26-ára gamla havnarmannin. Tað triðja kom í yvirtíðini, tá Fredericia satsaði, og OB'arin slapp ótarnaður at skjótta mitt í brotsteignum hjá Fredericia.

Útiliðið hevði annars sitið á so at siga øllum síðani 2-0 málið. Umframt at minka til 2-1, rakti Fredericia stongina tvær ferðir. Teir í reyðum megnaðu eisini at minka aftur eftir 3-1 málið, men eftir taðvar ov seint at gera nakað annað. Tað endaði 3-2 til OB í dystunum millum uppflytararnar í 9. umfari.

Mattias Lamhauge og teir spæla steypadyst í Thisted mikukvøldið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder